Hjalgrím Elttør og KÍ skrivaðu undir sáttmálan í gjár.
Klaksvíkingurin hevur verið millum profilarnar í føroysku landskappingini seinastu árini. Hann átti stóran leiklut í føroyameistaraheitinum hjá NSÍ í 2007, og hann hevur eisini staðið seg væl hjá B36 í ár, hóast árstalsfelagið ikki rakk longri upp enn eitt sætta pláss á stigatalvuni.
Hjalgrím Elttør hevur aftur vunnið sær pláss í landsliðshópinum, og hann var millum teir fyrstu ellivu í landsdystunum móti Norðurírlandi og Skotlandi.