Hjálparfelagsskapur: 201 fólk eru deyð í Iran

Sambært Reyða Hálvmána eru 24 av teimum 31 landspørtunum í Iran raktir av álopum, sum USA og Ísrael framdu í nátt.

Roykur rísur yvir iranska høvuðsstaðnum, Teheran, eftir eina spreinging í dag. USA og Ísrael hava framt umfatandi loftálop á stórar partar av Iran. Fyribils fráboðanin frá Reyða Hálvmánanum er, at 201 fólk eru dripin. - Mynd: Wana/Reuters

201 fólk eru dripin og 747 særd í álopunum, sum USA og Ísrael hava beint fyri móti Iran í dag.

Tað stendur í eini fráboðan frá hjálparfelagsskapinum Reyði Hálvmána sambært iransku tíðindastovuni Isna.

Talið av fólkaskaðunum er tað fyrsta, sum eru kunngjørd úr Iran. Tey eru ikki váttað av iranskum myndugleikum.

Sambært Reyða Hálvmána hava álopini rakt 24 av teimum 31 landspørtunum í Iran.

– Reyði Hálvmáni er í høgum varðhaldi, stendur í fráboðanini hjá felagsskapinum.

Fyrr í dag boðaðu iranskir myndugleikar frá, at 85 fólk vóru dripin í álopinum á ein gentuskúla í Suðuriran.

Tað hevur ikki eydnast at staðfesta upplýsingarnar frá aðrari keldu.

Ritzau/AFP