Í kvøld tapti HB dystin um Stórsteypið móti KÍ, sum vann 1-0.
Eftir dystin endurtóku umboð fyri HB, at tað mangla spælarar í fremstu røð, og at tað nú verður heilt skjótt, at tveir útlendskir álopsspælarar leggjast aftrat í felagnum.
Í kvøld boðar HB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála vð álopsspælara, sum er ættaður úr Estlandi. Hann eitur Erik Sorga, og hann er 26 ára gamal og er 176 cm.
Erik Sorge kemur úr Vietnam, har hann hevur umboð felag, sum eitur Cong An Ho Chi Minh City. Har spældi hann frá september í 2024 og fram til februar í 2025.











