- Umsóknir tínar verða ikki gingnar á møti.
Tað vóru boðini, sum rithøvundin Rakel Helmsdal fekk frá Mentanargrunni Landsins, sum herfyri lat starvslønir til menta- og listafólk.
- Eg kann bara konstatera, at tað ikki hjálpir tær sum listafólki at fáa viðurkenning, í hvussu so er ikki um tú skalt fáa nakra peningarliga løn at arbeiða fyri, skrivar Rakl Helmsdal í bloggi.
Hon vísur á, at hon í fjør fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs, var tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins og tilnevnd til heiðurslønina ALMA, sum er verður latin til minnis um Astrid Lindgren. Men hóast hetta fekk hon ongar starvsløn í ár til at skriva fleiri bøkur.
- Í fjør fekk eg 3 mánaðar starvsløn. Hetta var góð hjálp, og eg fekk gjørt eitt handrit liðugt, sum hevur bíðað sera leingi. Skaldsøgan “Hon, sum róði eftir ælaboganum” kemur væntandi út í byrjanin av mars. Men í ár skal eg so ikki stuðlast til at skriva, hóast at eg havi fleiri stórar skriviverkætlanir, sum bíða í telduni, og fólk opinbart halda, at eg geri tað nóg gott til at fáa viðurkenningar, skrivar Rakel Helmsdal.
Hon fegnast tó um, at hon áður hevur fingið góðan stuðul frá Mentanargrunninum.
- Eg kann annars viðmerkja, at tað at fáa tríggjar tryggar mánaðarlønir í fjør, gjørdi at eg í hvussu so er visti, at eg fekk goldið bankanum tað, sum hann vil hava. Tað er ein ræðuliga stór hjálp hjá einum, sum annars ongar fastar inntøkur hevur.
- Annars vil eg nýta høvi til at upplýsa, at hóast løn fylgdi við barnamentanarheiðurslønini (nóg mikið til at fáa gjørt tær stóru tannviðgerðir eg ikki havi havt ráð til í nógv ár), so geva tilnevningarnar IKKI nakra inntøku, og at eg IKKI fái skriva fleiri bøkur fyri tær. Tíverri, tí eg vildi so hjartans fegin skriva. Ja, satt at siga vil eg enn fegnari skriva, eftir at hava fingið at vita, at tað faktisk eru fólk, sum halda, at eg eigi at fáa viðurkenning fyri tað, eg longu havi gjørt, skrivar Rakel Helmsdal.
Tveir bloggar um hetta evnið kunnu lesast á heimasíðuni hjá Rakel Helmsdal.
(Mynd: Heinesen Myndir)