Orð: Terji Nielsen
Myndir: Jonhard Hammer
Hann var ikki meira enn eini 10 ára gamal, tá ið hann fór at læra seg at spæla guitar. Í barndómsheiminum var altíð nógv tónleikaútgerð, og Hjalti valdi at seta seg við guitarinum at klimpra. Annars sigur Hjalti, at hann longu sum eini 3 ára gamal lurtaði nógv eftir tónleiki, og at tónleikaáhugin helst er byrjaður á so ungum aldri.
Fulltíðarstarv
og tónleikari
Hjalti arbeiðir fulla tíð á EL-talvuvirkinum, so tað er avmarkað hvussu nógva tíð, ið Hjalti kann nýta til tónleikin. Sjálvur sigur hann, at vanligt man hann nýta einar 10 tímar um vikuna til tónleik, men tá ið hann er í studio, er tað mangan sum at hava eitt fulltíðarstarv aftrat EL-talvuvirkinum. Nú, tá ið teir hava verið í studio við MOIRAE, hevur Hjalti brúkt nærum 8 tímar um døgnið til upptøkurnar av nýggju fløguni. Haraftrat skal havast í huga, at nærum allur tónleikur, ið Hjalti fæst við, gongur fyri seg í Havn, so at hann noyðist at koyra til Havnar fleiri ferðir um vikuna.
Tað er hugurin, sum ger, at Hjalti fæst so nógv við tónleik. Um hugurin ikki var so góður, so hevði eg neyvan brúkt so nógva tíð upp á tónleikin, sigur Hjalti. Í Føroyum eru ikki teir stóru pengarnir í tónleiki, og tað eru bert nøkur heilt fá, sum liva av tónleiki burturav. Sjálvur hevur Hjalti ongantíð roynt hetta.
Familjan stuðlar
Hjá teimum flestu vil hetta helst tykjast rættiliga strævið, men Hjalti sigur, at tað er ikki so galið, millum annað tí at hann fær góðan stuðul frá konuni. Hon er ein góður íblástur hjá Hjalta og er glað fyri hansara tónleikalív. Tey eiga 3 børn, og tað fjórða er væl á veg.
Børnini fáast eisini nakað við tónleik. Elsta gentan brúkar tað mesta av síni frítíð til fimleik, men eisini spælir hon klaver viðhvørt. Elsti drongurin, Jens, er ikki farin at spæla á nakað ljómføri enn, men Hjalti sigur, at tónleikahugurin hjá Jensi er avgjørt til staðar.
Spælt við á óteljandi útgávum
Millum ár og dag hevur Hjalti spælt við á óteljandi útgávum, bæði á bandi og fløgu. Sum dømi um hetta kunnu nevnast MOIRAE sjálvandi, men eisini Jóannes Jakobsen, Devon, Útvarpsfløgan og mangar aðrar.
Eitt annað, sum fólk flest ikki eru vitandi um, er, at Hjalti eisini hevur gjørt eyðkennislagið til útvarpsssendingina ?15 tær bestu?.
Tónleikararnir á Skálafjørðinum hava vánalig livilíkindi
Øll eru vit vitandi um, at tað mangastaðni í landinum eru serstakliga vánaligar umstøður hjá tónleikarum. Hjalti sigur, at Skálafjørðurin er einki undantak í so máta. Hann sigur, ?tónleikararnir á Skálafjørðinum hava vánalig livilíkindi, og tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman hjá Runavíkar kommunu og hinum kommununum kring fjørðin.
Kommunan átti at tikið seg saman, sigur Hjalti, og eitt nú stuðlað musikskúlanum í nógv størri mun, enn hvat hon ger í løtuni. Íbúgvaratalið í Runavíkar kommunu er so mikið stórt, at útboðið hjá musikskúlanum er alt ov lítið til at nøkta tørvin.
Ein møguleiki hevði eisini verið, at kommunurnar á Skálafjørðinum høvdu samstarvað um ein felags musikskúla ella líknandi. Allar kommunurnar á fjørðinum liggja jú næstan sum ein heild, sigur Hjalti Joensen.
Tað er eingin loyna, at tað eru nógvir evnaríkir tónleikarar á Skálafjørðinum, sigur hann, tað sá hann millum annað, tá ið hann sjálvur var lærari á musikskúlanum.
Væntandi venjingarhølir
Tað er ikki bert musikskúlin, sum ikki er nóg væl útbygdur. Eisini er stórur tørvur á venjingarhølum til ungdómin at venja tónleik í. Aðrastaðni sæst jú, at man hevur ungdómshús og annað, har ið hølir eru burturav til tónleikabólkar at venja í. Í Havn hava tey Margarinfabrikkina, men í Runavík er einki slíkt venjingarhøli, sigur Hjalti Joensen.
Eisini er neyðugt at skapa eitt umhvørvi til tónleikararnar at liva í. Um hetta hevði verið gjørt, so høvdu vit sæð eitt úrslit rættiliga skjótt, sigur Hjalti.
Tað er heldur einki at dylja yvir, at Skálafjørðurin hevur fostrað nógvar góðar tónleikarar. Nevnast kunnu umframt Hjalta sjálvandi, Niclas og Øssur Johannesen, Edmund Jacobsen og so ein bólkur sum Wolfgang.
Stuðul til mentan eitt fremmandaorð
Ein grundleggjandi trupulleiki fyri at skapa eitt ríkt tónleikalív er, at orðið mentan er nærmast eitt fremmandaorð her á landi. Millum manna verður mentan oftast bert mett sum ein útreiðsla, og tey eru fá, sum duga at síggja mentanina sum eina íløgu, sigur Hjalti. Hetta er sum heild ein áskoðan, ið føroyingar flest hava.
Hann leggur aftrat, at hann er av teirri fatan, at um tú ikki vilt brúka pengar upp á mentan, so hevur tú heldur ikki uppiborið mentan. Hann heldur, at tað er harmiligt, at vit skulu liva í slíkum ?andaligum fátækradømi?, sum hann tekur til. Ungdómurin hevur einki annað at fara til enn ítrótt, og tað eru ikki øll, sum hava áhuga fyri hesum. Hesi sovna bara og ganga og vála uttan at hava nakað at takast við.
Tað hjálpir sjálvsagt heldur ikki, at fjølmiðlarnir eru við til at stuðla hesi gongd, sigur Hjalti. Um til dømis Todi Jónsson brýtur eina tá, so er tað yvirskrift í útvarpinum, men um Óli Poulsen ljóðblandar eina fløgu í Los Angeles, tað leggur eingin nakað í.
Tekur upp við Edmund Jacobsen í løtuni
Sjálvt um fløgan hjá MOIRAE er liðug nú, so merkir tað ikki, at Hjalti ikki er í studio í løtuni, tí tað er hann nevnliga. Hann er í ferð við at spæla guitar til eina fløgu, sum Edmund Jacobsen fer at koma við seinni í ár.
Annars hevur Hjalti ikki fingist við nógv annað enn MOIRAE seinastu árini, og sum guitarsnillingurin í Runavík sigur, so hevur hann havt nokk í tí.