Umborð
Í samrøðu við Sosialin í gjár er formaðurin í Reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, rættiliga dapurskygdur um framtíðina hjá føroyska fiskiskipaflotanum.
Viberg sigur, at fiskiflotin, soleiðis sum støðan er vorðin, livir av náði og miskunn frá bankunum, tí hugsingur er ikki um hjá stórum parti av flotanum at gjalda rentur og avdráttir.
- Raksturin túr fyri túr hongur slett ikki saman, og tá er als ikki talan um at gjalda rentur og avdráttir. Hvør túrur gevur hall, tí skipini fiska nóg illa fyri olju – og enn minni fyri hýru og útgerð.
Viberg Sørensen sigur, at støðan hjá øðrum skipabólkum at kalla er líka ring sum hjá lemmatrolarunum, sum í seinastuni hava verið mest umrøddir.
- Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn meginparturin av fiskiflotanum verður lagdur, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum.
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at hann er slett ikki ósamdur við Viberg Sørensen.
- Eg síggi næstan líka so svart upp á støðuna hjá fiskiflotanum í løtuni, sum formaðurin í Reiðarafelagnum ger.
Hjalti vísir á, at so høgir, sum oljuprísirnir eru í løtuni, noyðist fiskiflotin at royna við lágorku reiðskapi, eitt nú snellu, línu, gørnum, snurriváð og kanska eisini rúsum.
- Vit noyðast eisini at lata fiskastovnarnar – og serliga toskastovnin - veksa, so tað verður meira lønandi at fiska aftur. Tá toskaveiðan er so lítil, sum hon hevur verið seinastu árini, merkist hetta hjá stórum parti av flotanum, samstundis sum hetta eisini merkist hjá fiskavirkisvinnuni á landi.
Hann sigur, at eitt miðal ár eigur toskaveiðan undir Føroyum at verða eini 25.000 tons, men tað er longu langt síðan, at veiðan var so fræg.
- Væntandi er ikki, at toskaveiðan í ár verður stórt betri enn í fjør, men hetta veldst eisini um royndina. Sum vit hava skilt, hava línuskip ligið meira á djúpum vatni í seinastuni, so royndin eftir toski er kanska nakað minni, enn hon hevur verið.
Hjalti í Jákupsstovu ásannar, at reyðar lampur blunka – ella lýsa – tá ið ræður um gýtingarstovnin hjá toski, sum í løtuni er minni, enn nakar veit um at siga.
- Gýtingarstovnurin er sera lítil í løtuni, kanska eini 18.000 tons. Tilráðingar hjá ICES siga, at tá gýtingarstovnurin fer niður um 20.000 tons, eiga vit at gevast við øllum fiskiskapi eftir toski.
Hann sigur, at vit longu eiga at ansa væl eftir veiðini, tá gýtingarstovnurin kemur niður ímóti 40.000 tonsum.
- Gýtingarstovnurin eigur helst at verða millum 60.000 og 80.000 tons, tá hann er væl fyri, leggur Hjalti aftrat.
Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at eitt, sum hóast alt teknar seg rímiliga væl í løtuni, er gróðurin á landgrunninum, sum Fiskirannsóknarstovan hevur mált nú í fleiri ár.
- Okkara kanningar vísa, at gróðurin hevur stóran týdning fyri vøksturin hjá fiski á landgrunninum og soleiðis eisini fyri tilgongdina.
Hjalti sigur seg vóna, at gróðurtølini ikki vera minni enn eitt miðalár, tá saman um kemur, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu endaliga úrslitið fyri árið verður.
- Vit kunnu ikki gevast at fiska, tí fiskivinnan er enn okkara lívsgrundarlag, og enn eru eingi alternativ, sum kunnu loysa fiskivinnuna av, so tað munar. Hinvegin er greitt, at skal fiskiflotin veiða við lágorku, skal ein stór umlegging til.
Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni vísir á, at húkaveiða og garnaveiða kanska eru mest nærliggjandi alternativini til trolveiðina, sum kostar dýrt í olju.
- Men skulu vit aftur í størri mun at veiða við gørnum, verður neyðugt at fara fram við skili, tí annars gongur eisini galið. Ansast má væl eftir, at ránsveiða ikki fer fram á gýtingarøkjum, og í aðrar mátar verður neyðugt at taka atlit fyri fiskastovnunum. Fiskurin doyr í gørnunum, og tí kunnu vit heldur ikki vænta, at rávøran úr garnafiski verður fyrsta floks, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum eins og Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, stúrir fyri gongdini í okkara fiskiskipavinnu komandi mánaðirnar.