Hjartafelagið á ferð í Eysturoy

Hjartafelagið fer í næstum undir sítt árliga tiltak við fyrilestrum og tilboði til fólk at blíva kannað. Hesaferð hevur felagið valt Eysturoynna, og verður tiltakið á Glyvrum, í Missiónshúsinum har í døgunum 11. til 13. november. Sum nakað nýtt verður tiltakið gjørt saman við blóðbankanum soleiðis, at fólk eisini fáa høvi til at hoyra um blóðgávu og fáa høvi til at melda seg sum blóðdonorar.

Hósdagin 11. november kl. 19.30 verður byrjað við fyrilestrum har Heðin Thomsen, yvirlækni greiðir frá hjartasjúku og viðgerð av hjartasjúku. Johanna á Tjaldrafløtti, kostráðgevi, greiðir síðani frá um kost og hvørji tilmæli verða givin fyri at viðgera og fyribyrgja fiti, hjartasjúku og sukursjúku. Ingerlise Sørensen greiðir frá um venjing og kropsliga íðkan sum lið í fyribyrging og viðgerð.

Fríggjadagin 12. november frá kl 10 til 18 og leygardagin 13. frá kl 10 til 15 verður opið hús, har fólk kunnu koma og latað seg kanna og fáa ráð um hjartasjúkur, fyribyrging av hjartasjúkum, um kost og um kropsliga íðkan. Høvi verður til at máta kolesterol, blóðsukur, blóðtrýst, vigast, og máta hæddina. Eitt spurnarblað við 4 einfaldum spurningum verður at fylla út.

Fyri tey, sum eru áhugað at hoyra um blóðgávu og kanska hava hug at gerast donorar, verður høvi at melda seg sum donor. Eitt serligt spurnarblað verður tá fylt út og nakrar fyrireikandi blóðroyndir verða tiknar.

Tá blóðroyndirnar eru kannaðar, verður úrslitið sent hvørjum einstøkum í brævi saman við nøkrum viðmerkingum.

Tiltakið er fyri øll og øll eru vælkomin.