Teir 200 føroysku fjeppararnir í Trier hava verið heilt fantastiskir. Og tað er staðfest frá bæði føroysku leikarunum, og frá venjaranum, at tey 200 hava borið liðið langt í teimum higartil framúr góðu úrslitunum, ið eru rokkin í innleiðandi bólkaspælinum við sigrum á Spania og Paraguay, og eisini góðum leikligum avrikið móti Montenegro, hóast tap í tí dystinum.
Útlendskir miðlar hava eisini havt á orði hvussu góðar fjepparar Føroyar hava, og tey hava sanniliga "smitta" tey lokalu í Trier undir dystunum hjá Føroyum.
HSF sigur sambært DR, at 150 av teimum 200 eru farin heim. Tað riggar ikki hjá hesum at taka frí frá arbeiði í tvær vikur. 50 eru tó eftir at halda skansan, og tað frættist, at onkur føroyskur fjeppari er á veg til Dortmund at stuðla Føroyum í millumumfarinum í dystunum móti Týsklandi, Serbia og Íslandi. Føroyar leggja fyri við dysti móti týsku vertunum í annaðkvøld klokkan 19.30.
Við DR sigur Maria Nólsoy: - Tað er sjálvandi keðiligt, at vit missa fjepparar, men ein skilir væl støðuna. Vit vóna, at tað vera nøkur onnur, ið koma at stuðla nú vit hava vunnið okkum í millumumfarið. Men vit hava framvegis nakað av stuðuli, og tann stuðulin eru vit glað fyri. Sigur Maria Nólsoy.











