Amad Diallo gjørdist stóra hetjan hjá Fílabeinsstrondini í dystinum móti Ekvador á í dystinum í innleiðandi HM-bólki E, ið var leiktur á Lincoln Financial Field leikvøllinum í Philadelphia.
Tá klokkan vísti 90 minuttir hevði Wilfried Singo eina framúr góða sending til Amad Diallo, ið takkaði fyri og sendi bóltin í netið til sigursmálið 1-0 til Fílabeinsstrondina.
Ekvador var annars betra liðið í fyrra hálvleiki, og raktu ekvadorianarnir træverkið tvær ferðir. Fílabeinsstrondin var tó betra liðið í seinna hálvleiki.
Fílabeinsstrondin-Ekvador 1-0 (0-0)
1-0 Amad Diallo ('90)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Týskland og Fílabeinsstrondin eru fremst í bólkinum við trimum stigum hvør. Ekvador og Kurasau hava einki stig.
Leygarkvøldið klokkan 21 spæla Týskland og Fílabeinsstrondin á BMO Field leikvøllinum í Toronto.
Somu nátt klokkan eitt spæla Ekvador og Kurasau á Arrowhead leikvøllinum í Kansas býi.











