HM: Bengt Johansson: - Niklas Landin var munurin í dag

Legendariski svenski venjarin, ið vann fýra EM, tvey HM og tríggjar OL-silvur við Svøríki er ikki í iva um hvat sendi gullið til Danmarkar

Bæði í Danmark og Svøríki kann hondbóltsalmenningurin fegnast.

Danmark endurvann HM-gullið, og Svøríki megnaði við níggju debutantum at vinna HM-silvur, og veruleikin er, at tað manglaði ikki so ræðuliga nógv í hjá svenskarum at vinna HM-gullið.

Legendariski svenski landsliðsvenjarin, 78 ára gamli Bengt Johansson, ið millum 1990 og 2002 vann fýra EM-gull, tvey HM-gull og tríggjar OL-silvur við svenska manslandsliðnum í hondbólti er ikki í iva um hvat sendi HM-gullið til Danmarkar.

Í samrøðu við svenska blaðið Expressen undirstrikar Bengt Johansson, at tann alt avgerandi faktorurin var stórspælið hjá danska málverjanum og liðskiparanum, Niklas Landin: - Skilnaðurin millum Svøríki og Danmark í dag var málmansspælið, slær Bengt Johansson fast í samrøðuni.

Í Expressen unna tey teirra fyrsta málverja, Andreas Palicka at vera valdur á HM "All Star" liðið, men hann var valdur á liðið undan HM-finaluni í dag. Tí setir Expressen í kvøld spurnartekin við um Niklas Landin ikki eigur at vera á "All Star" liðnum sum málverji.

Annars undirstrika danskir miðlar, at svenskarar hava gjørt tað framúr við nógvum debutantum, og svenskir miðlar vísa eisini danska liðnum, og tá serliga Niklas Landin hávirðing fyri framúr gott spæl.