HM: Fekk bert tríggjar mánaðar sum ganesiskur landsliðsvenjari

Gana skal aftur hava nýggjan landsliðsvenjara

Mynd: Ritzau Scanpix

Portugisiski, Carlos Queiroz fekk eina stutta yrkisleið sum ganesiskur landsliðsvenjari.

 

13. apríl tók Carlos Queiroz við landsliðsvenjarastarvinum. Hann tók við aftaná ganesaran, Nana Otto Addo. 

 

Gana reyk út úr HM-endaspælinum aftaná 0-1 tap fyri Kolumbia í HM-sekstandapartsfinaluni.

 

Nú hevur Carlos Queiroz boðað frá á Instagram, at hann leggur frá sær sum ganesiskur landsliðsvenjari. 

 

73 ára gamli, Carlos Queiroz hevur áður verið landsliðsvenjari hjá Iran, Portugal, Egyptalandi, og Kolumbia, ið gjørdist bani hansara hesaferð.

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix