Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde) halda fram við at skriva glæsuliga HM-søgu í innleiðandi HM-bólki H.
Í fyrsta umfarinum megnaðu teir javnleik 0-0 móti Spania. Hesaferð megnaðu teir javnleik 2-2 móti Uruguay, ið hevur eina ríka HM-søgu.
Tá 21 minuttir vóru leiktir gagnnýtti Kevin Lenini hjá Grønhøvdaoyggjum, at verjan hjá Uruguay ikki hevði stillað múrin kláran, tá Kevin Lenini skuldi taka fríspark. Tað gagnnýtti Kevin Lenini, og so vóru Grønhøvdaoyggjar á odda 1-0. Beint undan steðginum skoraði Uruguay tvær ferðir og kom á sigurskós. Fyrst sendi Maximilliano Araújo ein returbólt í netið, og løtu seinni legði Agustín Canobio Uruguay á odda. Tá ein tími var leiktur lat gávubúðin hjá Uruguay uppaftur. Mathías Olivera í verjuni heilkiksaði ein bólt. Samstundis kemur málverjin hjá Uruguay, Fernando Muslera stormandi úr málinum hjá sær. Hetta gagnnýtti júst innskifti, Hélio Varela og sendi bóltin í eitt tómt mál til 2-2. Talan var um fyrstu nertingina hjá Hélio Varela í dystinum.
Verjan hjá Grønhøvdaoyggjum helt fast, og teir megnaðu enntá at hótta Uruguay í hinum endanum. Ein kann bara lyfta hattin av fyri Grønhøvdaoyggjum, ið enn ikki hava tapt ein HM-endaspælsdyst.
Fyri Uruguay hevur higartil verið talan um eina skuffandi HM-kapping við javnleikum móti Saudiarabia og Grønhøvdaoyggjum.
Spania er fremst í bólkinum við fýra stigum. Uruguay og Grønhøvdaoyggjar hava tvey stig hvør, meðan Saudiarabia hevur eitt stig. Klokkan eitt um morgunin, leygardagin 27. juni klokkan eitt um náttina - føroyska tíð - vera seinastu dystirnir í bólkinum leiktir samstundis. Dystirnir eru Spania-Uruguay og Saudiarabia-Grønhøvdaoyggjar.
Uruguay-Grønhøvdaoyggjar 2-2 (2-1)
0-1 Kevin Lenini ('21 )
1-1 Maximiliano Araujo ('44 )
2-1 Agustin Canobbio ('45 )
2-2 Helio Varela ('61 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Uruguay og Grønhøvdaoyggjar.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











