HM: Iranska landsliðið slapp ikki at gista í USA

Iran hevur ikki sama møguleika at koma fyri seg sum hini 47 HM-liðini

Iranar takka sínum fjepparum fyri stuðulin aftaná 2-2 javnleikin ímóti Ný Sælandi.

Fyrr í morgun spældu Iran og Ný Sæland javnleik 2-2 í einum sera undirhaldandi dysti í innleiðandi bólki G. Dysturin var spældur í Inglewood í Kalifornia.

 

Hóast friðaravtala og varandi vápnahvíld er kunngjørd millum USA og Iran, so fær iranski hópurin ikki somu møguleikar sum hini 47 HM-liðini til restitusjón - at koma fyri seg - aftaná ein harðan HM-dyst. Meðan hini 47 liðini gista tætt við leikvøllin, har tey júst hava leikt ein HM-dyst, so má hópurin hjá Iran beinavegin aftaná loknan dyst ferðast suður um markið til Meksiko aftur.

 

Iranski landsliðsvenjarin, Amir Ghalenoei segði - sambært tíðindastovuni AP - aftaná dystin, at hann hevði væntað, at iranski hópurin slapp á at gista á einum gistingarhúsið, ið lá skamt frá leikvøllinum, aftaná dystin móti Ný Sælandi. 

 

Sambært liðskiparanum hjá Iran, Mehdi Taremi, so eru teir tað mest kúgaða HM-liðið: - Av røttum áttu vit at vera komnir til Inglewood tveir dagar undan dystinum móti Ný Sælandi. Og vit áttu at sloppið at verið her í nátt fyri at koma fyri okkum aftaná dystin, og so kundu vit ferðast suður um markið til Meksiko dagin eftir. Eg skilji einki. Eg haldi FIFA eigur at hjálpa okkum við at bøta um hetta. Júst nú kennist alt sum ein katastrofa, sigur Mehdi Taremi. 

 

Iranska landsliðið hevur miðstøð (basa) í Tijuana, ið liggur beint sunnanfyri markið.

 

Tá útlendsk tíðindafólk vóru á vitjan til fyrstu opnu venjingina hjá iranska landsliðnum, vóru vaktir við hjálmum, grímum og maskinbyrsum kring alt økið. 

 

Meksiko hevur sett av 300 vápnaði vaktarfólk fyri at ansa eftir iranska HM-hópinum. 

 

Sunnukvøldið klokkan 20 hevur Iran aftur dyst á Sofi leikvøllinum í Inglewood. Tá verður Belgia mótstøðuliðið. Tá verður tað sama galdandi aftur, um ikki amerikonsku myndugleikarnir hava broytt hugsan til ta tíð. 

 

 

 

 

 

Iranar takka sínum fjepparum fyri stuðulin aftaná 2-2 javnleikin ímóti Ný Sælandi.