Fríggjadagin vóru 10 HM-undankappingardystir leiktir kring Evropa.
Í Íslandi stórfegnast tey aftaná 5-0 heimasigur á Aserbadjan. Í Danmark eru tey vónbrotin aftaná javnleik 0-0 móti Skotlandi í Parkini. Í Svøríki eru tey ikki minni vónbrotin aftaná 2-2 javnleik móti Slovenia á útivølli, har málverjin, Robin Olsen (myndin) gjørdi eitt dropp, ið kostaði sigurin móti dystarenda.
HER eru úrslitini og málskjúttarnir:
Bólkur B:
Sveis-Kosovo 4-0 (4-0)
1-0 Manuel Akanji ('22 )
2-0 Breel Embolo ('25 )
3-0 Silvan Widmer ('39 )
4-0 Breel Embolo ('45 )
Slovenia-Svøríki 2-2 (0-1)
0-1 Anthony Elanga ('18 )
1-1 Sandi Lovric ('46 )
1-2 Yasin Ayari ('73 )
2-2 Zan Vipotnik ('90 )
Bólkur B hevur bert fýra lið, so hetta vóru fyrstu dystirnir í bólkinum.
Mánakvøldið verður leikt soleiðis: Kosovo-Svøríki og Sveis-Slovenia.
Bólkur C:
Danmark-Skotland 0-0
Grikkaland-Belarus 5-1 (4-0)
1-0 Konstantinos Karetsas ('3 )
2-0 Vangelis Pavlidis ('17 )
3-0 Anastasios Bakasetas ('21 )
4-0 Dimitrios Kourbelis ('36 )
5-0 Christos Tzolis ('63 )
5-1 German Barkovskiy, br. ('72 )
Bólkur C hevur bert fýra lið, so hetta vóru fyrstu dystirnir í bólkinum.
Mánakvøldið verður leikt soleiðis: Belarus-Skotland og Grikkaland-Danmark.
Bólkur D:
Ísland-Aserbadjan 5-0 (1-0)
1-0 Guðlaugur Victor Pálsson ('45 )
2-0 Ísak Bergmann Jóhannesson ('47 )
3-0 Ísak Bergmann Jóhannesson ('56 )
4-0 Albert Guðmundsson ('66 )
5-0 Kristian Hlynsson ('73 )
Ukraina-Frakland 0-2 (0-1)
0-1 Michael Olise ('10 )
0-2 Kylian Mbappe ('82 )
Bólkur D hevur bert fýra lið, so hetta vóru fyrstu dystirnir í bólkinum.
Týskvøldið verður leikt soleiðis: Frakland-Ísland og Aserbadjan-Ukraina.
Bólkur I:
Moldova-Ísrael 0-4 (0-2)
0-1 Dor Peretz ('15 )
0-2 Manor Solomon ('35 )
0-3 Thai Baribo ('59 )
0-4 Oscar Gloukh ('77 )
Italia-Estland 5-0 (0-0)
1-0 Moise Kean ('58 )
2-0 Mateo Retegui ('69 )
3-0 Giacomo Raspadori ('71 )
4-0 Mateo Retegui ('89 )
5-0 Alessandro Bastoni ('90 )
Noreg hevur 12 stig, og Ísrael hevur níggju stig, bæði fyri fýra dystir. Italia hevur seks stig fyri tríggjar dystir. Estland hevur trý stig fyri fimm dystir, og Moldova hevur einki stig aftaná fýra dystir.
Mána og týskvøldið verður leikt soleiðis: Ísrael-Italia og Noreg-Moldova.
Bólkur L:
Montenegro-Kekkia 0-2 (0-1)
0-1 Lukas Cerv ('3 )
0-2 Vaclav Cerny ('90 )
FØROYAR-Kroatia 0-1 (0-1)
0-1 Andrej Kramaric ('31 )
Kekkia er fremst í bólkinum við 12 stigum fyri fimm dystir. Kroatia er nummar tvey við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Montenegro er nummar trý við seks stigum fyri fýra dystir, og Føroyar eru nummar fýra við trimum stigum fyri fýra dystir. Gibraltar er aftast í bólkinum við ongum stigi aftaná fýra dystir.
Mánakvøldið klokkan 19.45 spæla Føroyar móti Gibraltar á Europa Point leikvøllinum í Gibraltar. Sama kvøld tekur Kroatia móti Montenegro í Zagreb.