HM: Kanada hevur ongantíð vunnið ein HM-endaspælsdyst

Í kvøld klokkan 20 fær Kanada møguleikan á heimavølli

Mynd: Ritzau Scanpix

Í kvøld klokkan 20 verður fyrsti dysturin í innleiðandi bólki B leiktur. Vertstjóðin, Kanada spælir móti Bosnia Hersogovina á BMO Field leikvøllinum í Toronto.

 

Dysturin er søguligur á tann hátt, at talan er um fyrsta HM-endaspælsdystin á einum kanadiskum leikvølli.

 

Kanadisku leikararnir kunnu eisini syrgja fyri sjálvir, at dysturin gerst enn meira søguligur. Kanada hevur nevnliga ongantíð vunnið ein dyst, tíansheldur leikt ein dyst javnan.

 

Kanada hevur verið við til HM-endaspælið á tveimum sinnum. Í 1986 og í 2022. Í øllum seks dystunum gjørdist talan um tap. Tó megnaðu teir at skjóta mál í tveimum dystum í HM-endaspælinum í Katar í 2022. Tað megnaðu teir ikki í HM-endaspælinum í Meksiko í 1986.

 

DR 1 vísir dystin millum Kanada og Bosnia Hersogovina. NRK vísir eisini dystin, og tað ger SVT1 eisini. 

 

Úrslitini higartil hjá Kanada í HM-endaspølum:

 

HM 1986: Kanada - Frakland 0-1

HM 1986: Kanada - Ungarn 0-2

HM 1986: Kanada - Sovjet 0-2

HM 2022: Kanada - Belgia 0-1

HM 2022: Kanada - Kroatia 1-4

HM 2022: Kanada - Marokko 1-2

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix