Meksikansku vertirnir hava vunnið seg víðari til sekstandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum.
Í nátt spældu Meksiko og Suðurkorea toppdyst í bólki A á Estadio Akron leikvøllinum í Zapopan.
Meksiko vann 1-0 við einum sera hepnum máli. Suðurkoreanski málverjin, Seung-Gyu Kim misti bóltin inni í brotsteiginum. Bólturin endaði hjá Luis Romo, ið takkaði fyri gávuna og sendi bóltin í málið, og so kundi heimafjøldin stórfegnast.
Suðurkorea hevði bóltin 58 prosent av tíðini, og teir høvdu næstan líka nógvar málmøguleikar sum vertstjóðin, men hepnu marginalarnir vóru Meksiko til vildar.
Meksiko er fremst í bólki A, og er fyrsta liðið sum er staðfest klárt til sekstandapartsfinalurnar. Suðurkorea er nummar tvey við trimum stigum, meðan Kekkia og Suðurafrika hava eitt stig hvør.
Meksiko-Suðurkorea 1-0 (0-0)
1-0 Luis Romo ('50 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Hósmorgunin 25. juni klokkan tvey - føroyska tíð - vera seinastu dystirnir í bólki A leiktir samstundis. Dystirnir eru Suðurkorea-Suðurafrika og Meksiko-Kekkia.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











