HM: Týskland, Montenegro, Niðurlond og Frakland vunnu sínar bólkar

Fýra innleiðandi bólkar í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum eru avgreiddir í dag og í kvøld

Í dag vóru aftur átta dystir leiktir í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum, ið er í Danmark, Noregi og Svøríki í hesum døgum.

 

Týskland, Montenegro, Niðurlond og Frakland vunnu sínar innleiðandi bólkar og taka fýra stig við sær í millumumfarið. 

 

Her eru dagsins úrslit og málskjúttar og endaliga støðan í bólkunum:

 

Bólkur B:

 

Montenegro – Ungarn 24-18 (7-10)

 

Montenegro : Dijana Mugosa 8, Tatjana Brnovic 7, Itana Grbic 4, Matea Pletikosic 4,  Ivona Pavicevic 1.

 

Ungarn : Viktória Gyri-Lukács 3, Nikoletta Papp 3, Petra Vámos 3, Gréta Va Juhász 2, Katrin Gitta Klujber 2, Petra Simon 2,  Noémi Pásztor 1,  Nadine Schatzl 1, Csenge Kuczora 1.

 

Kamerun – Paraguay 26-23 (12-12)

 

Kamerun : Paola Cyrielle Ebanga 9, Laeticia Petronie 5, Issa Haoua 3, Vanessa Nchouapouognigni 2, Marie Yolande Nadine 2, Vicky Orchelle Nyamsi 2, Sonya Marlaine 2, Genie Lupin Feudji 1.

 

Paraguay : Fernanda Mora 7, Maria Fernandez Estigarribia 5, Jazmin Mendoza Peralta 4, Ariana Portillo Mieres 4, Delyne Leiva Morlas 2, Fatima Acuna Insfran 1.

 

Montenegro hevur seks stig og vinnur bólkin. Ungarn er nummar tvey við fýra stigum, og Kamerun er nummar trý við tveimum stigum. Paraguay er aftast í bólkinum við ongum stigi. Paraguay skal spæla um endastøðurnar millum nummar 25 og 32. 

 

Montenegro tekur fýra stig og Ungarn tekur tvey stig við sær til millumumfarið. Kamerun fær eingi stig við sær til millumumfarið. 

 

Bólkur D:

 

Angola – Ísland 26-26 (15-14)

 

Angola : Chelcia Gabriel 6, Albertina Da Cruz Kassoma 5, Natalia Maria Bernardo Dos Santos 4, Azenaide Carlos 3, Stelvia De Jesus Pascoa 3, Marilia Jacinta José Quizelete 3, Juliana José Machado 2.

 

Ísland : Sandra Erlingsdóttir 6, Perla Ruth Albertsdóttir 3, Elísa Elíasdóttir 3, Thea Imani 3, Thórey Rósa Stefánsdóttir 3, Elín Rósa Magnúsdóttir 3, Díana Dögg Magnúsdóttir 2, Hildigunnur Einarsdóttir 1, Sunna Jónsdóttir 1, Andrea Jacobsen 1.

 

Frakland-Slovenia 31-27 (17-15)

 

 

 

Frakland : Léna Grandveau 6, Chloé Valentini  5, Alicia Toublanc 4, Tamara Horacek 4, Pauletta Foppa 3, Méline Nocandy 2, Coralie Lassource 2, Grace Zaadi Deuna 1, Orlane Kanor 1, Estelle Nze Minko 1, Oceane Sercien 1, Lucie Granier 1.

 

Slovenia : Tjaša Stanko 7, Ana Gros 5, Nataša Ljepoja 3, Alja Varagić 3, Ana Abina 2, Tamara Mavsar 2, Barbara Lazović 2, Maja Svetik 2, Valentina Tina Klemenčič 1.

 

Frakland hevur vunnið bólkin við seks stigum. Slovenia er nummar tvey við fýra stigum. Angola er nummar trý við einum stigi og betri málmuni enn Ísland. Ísland endaði aftast við einum stigi og verri málmuni enn Angola. Ísland skal spæla um endastøðurnar millum nummar 25 og 32.

 

Frakland tekur fýra stig og Slovenia tekur tvey stig við sær í millumumfarið. Angola fær einki stig við sær í millumumfarið. 

 

Bólkur F:

 

Týskland – Póland 33-17 (19-10)

 

Týskland : Alina Grijseels 7, Antje Döll 5, Xenia Smits 5, Amelie Berger 3, Julia Behnke 3, Viola Charlotte Leuchter 2, Emily Bölk 2, Annika Lott 2, Mareike Thomaier 1, Johanna Maria Stockschläder 1, Meike Schmelzer 1, Lisa Carolin Antl 1.

 

Póland : Monika KobyliŃska 3, Magda Balsam 2, Karolina Kochaniak-Sala 2, Marlena UrbaŃska 2, Sylwia Matuszczyk 2, Daria Michalak 2, Mariola Wiertelak 1, Aleksandra Tomczyk 1, Aleksandra Rosiak 1, Emilia GaliŃska 1.

 

Japan – Iran 42-10 (20-3)

 

Japan : Wakana Hokaguchi 5, Ayame Okada 5, Hinata Fujiwara 5, Saki Hattori 4, Yuki Yoshidome 4, Sora Ishikawa 3, Naoko Sahara 3, Yumi Kitahara 3, Hikaru Matsumoto 3, Natsuki Aizawa 2, Miyako Hatsumi 2, Chikako Kasai 1, Atsuko Baba 1, Mika Nagata 1.

 

Iran: Nastaran Koudzarifarahani 3, Maede Oshaghi 2, Bahar Eizadgashb 2, Zahra Faghihi 1, Sanaz Rajabi 1. 

 

Týskland hevur seks stig og vinnur bólkin. Póland er nummar tvey við fýra stigum, og Japan er nummar trý við tveimum stigum. Iran endar aftast við ongum stigi, og tær skulu spæla um endastøðurnar millum nummar 25 og 32.

 

Týskland tekur fýra stig við sær til millumumfarið, og Póland tekur tvey stig við sær til millumumfarið. Argentina tekur ongi stig við sær í millumumfarið.

 

Bólkur G: 

 

Niðurlond – Kekkia 33-20 (14-8)

 

Niðurlond : Bo Van Wetering 7, Laura Van Der Heijden 5, Nikita Van Der Vliet 5, Inger Smits 3, Estavana Polman 3, Yvette Broch 2, Kelly Dulfer 2, Dione Housheer 2, Angela Malestein 2, Yara Ten Holte 1, Kelly Vollebregt 1.

 

Kekkia : Charlotte Cholevová 6, Veronika Malá 5, Marketa Jerabkova 3, Marketa Šustáčková 3, Anna JestÍbková 2, Anna Franková 1.

 

Argentina – Kongo 31-26 (14-15)

 

Argentina : Micaela Joana Casasola 7, Manuela Pizzo 6, Malena Cavo 6, Elke Josselinne Karsten 4, Carolina Bono 3, Giuliana Gavilan 2, Rocio Campigli 1, Luciana Mendoza 1, Graciela Ayelen Garcia 1.

 

Kongo : Manuela Pizzo 8, Kassandra Jappont 6, Neida Klenn Divoko 2, Betchaidelle Ngombele 2, Josephine Line Maxime Nkou 2, Rita Luana Saraiva 2,  Suzanne Bellette 1, Hermida Chanaelle 1, Kimberley Lisa Melissa 1, Eugenia Ventura 1.

 

Niðurlond vunnu bólkin við seks stigum. Kekkia gjørdist nummar tvey við fýra stigum, Argentina gjørdist nummar trý við tveimum stigum. Kongo endaði aftast við ongum stigi, og skal spæla um endastøðurnar millum nummar 25 og 32.

 

Niðurlond taka fýra stig og Kekkia tekur tvey stig við til millumumfarið. Argentina fær einki stig við sær til millumumfarið.