HM: Svøríki fekk eina dreymabyrjan við stórsigri

Svenskur landsliðsleikari av tunesiskari ætt skoraði tvær ferðir móti Tunesia

Mynd: Ritzau Scanpix

Svensku ítróttarmiðlarnir vóru heldur svartskygdir undan HM-endaspælinum aftaná 1-3 tap fyri Noregi og javnleik 2-2 móti Grikkalandi undan HM-endaspælinum.

 

Men Svøríki fekk eina dreymabyrjan í innleiðandi HM-bólki F við 5-1 stórsigri á Tunesia á Estadio BBVA leikvøllinum í Monterrey í Meksiko. Samstundis lagaði hitt úrslitið í bólkinum seg við javnleiki 2-2 millum Niðurlond og Japan.

 

Yasin Abbas Ayari, ið er av tunesiskari ætt skoraði tvey mál við dundurhøggum útifrá. Hann legði Svøríki á odda 1-0 og staðfesti sigurin við 5-1 málinum. Svensku fjeppararnir kundu eisini stórfegnast um, at áleypsleikararnir hjá Arsenal og Liverpool, Viktor Einar Gyökeres og Alexander Isak stemplaðu inn. Alexander Isak økti til 2-0, har tunesiski málverjin ikki sá gott út í støðuni. Viktor Einar Gyökeres gagnnýtti eitt mistak í tunesiski verjuni, tá hann økti til 3-1. Aftaná eina sera drúgva VAR-avgerð kundi staðfestast, at Mattias Olof Svanberg ikki var rangstaddur, tá hann økti til 4-1 úr stuttari frástøðu. 

 

Omar Rekik skoraði tunesiska málið stutt undan steðginum.

 

Svøríki hevði gjøgnum dystin væl fleiri málmøguleikar enn Tunesia. 

 

Svøríki-Tunesia 5-1 (2-1)

 

1-0 Yasin Abbas Ayari (6.)

 

2-0 Alexander Isak (29.)

 

2-1 Omar Rekik (42.)

 

3-1 Viktor Einar Gyökeres (58.)

 

4-1 Mattias Olof Svanberg (83.)

 

5-1 Yasin Abbas Ayari (90.+)

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.

 

Leygarkvøldið klokkan 18 hittast Svøríki og Niðurlond á NRG leikvøllinum í Houston í Texas. Morgunin eftir klokkan fimm - føroyska tíð - spæla Japan og Tunesia á Estadio BBVA leikvøllinum í Monterrey. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix