HM-undankapping: Føroysku U20 kvinnurnar taptu fyri Kroatia

Føroyar vóru á odda 16-12 í steðginum, men taptu við fýra málum

Mynd: HSF

Føroyska U20-kvinnulandsliðið í hondbólti hevur í kvøld spælt fyrsta dystin í HM-undankappingini, ið er í Serbia í hesum døgum. Føroyar eru í bólki saman við Serbia, Italia og Kroatia. Føroyar spældu í kvøld móti Kroatia.

 

HSF skrivar: - Ein sera góður fyrri hálvleikur var ikki nóg mikið hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-26 fyri Kroatia Í HM-undankappingini í Serbia, eftir at Føroyar vóru á odda 16-12 í hálvleikinum.

 

Føroyska liðið byrjaði dystin væl og vóru á odda 3-2 eftir 5 minuttir. Leikferðin var høg og vístu okkara gott og skjótt álopsspæl. Kroatia spældi eisini við høgari leikferð og komu nógv mál fyrstu løtuna. Føroyska verjan kundi staði betur og sluppu stóru kroatisku skjúttarnir ov lætt til tíðir, og vóru tær frammanfyri 9-7 eftir 15 minuttir. Føroyska verjan ernaðist tó næstu løtuna og fekk Silja Müller, í føroyska málinum, veruliga fatur. Bjørk Joensen var sera málsøkin og eyðsýnd í álopinum og gjørdi hon 7 mál í fyrra hálvleiki. Okkara vunnu seg fram um aftur og fóru til hálvleiks frammanfyri 16-12.


Føroyar høvdu eisini momentum fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, men fingu eftir 5 minuttir tvær útvísingar í somu verjustøðu og loyvdi hetta Kroatia at minka um munin næstu løtuna. Stígur kom í føroyska álopsspælið og vóru ov nógvir málmøguleikar brendir. Hartil vóru okkara ikki nóg kaldar í yvirtalsspælinum og hepnaðust innspølini til strikuna minni væl. Dysturin koppaði spakuliga til Kroatia og vóru tær longu frammanfyri aftur um miðjan seinna hálvleik. Okkara megnaðu ikki at steðga stóru langskjúttunum og økti Kroatia spakuliga til endaligu støðuna 30-26.


Italia vann hin dystin í bólkinum hjá Føroyum, 25-24, móti Serbia. Føroyar møta Italia í morgin kl. 18.30, føroyska tíð. Skrivar HSF. 


Málskjúttar hjá Føroyum:

Bjørk F. Joensen 10 (3)

Maria P. Nólsoy 5

Anna Elisabeth H. Weyhe 4

Barbara Hammer 3

Karin Egholm 2

Silja Heðinsdóttir 1

Karina Debes Heinesen 1

 

Mynd: HSF