Fríggjakvøldið vóru átta HM-undankappingardystir leiktir kring Evropa.
Í bólki A vann Týskland ein trivaligan 4-0 heimasigur á Luksemborg, og í sama bólki fekk Norðurírland háspenning í bólkin við at vinna 2-0 á Slovakia í Belfast.
Týskland, Norðurírland og Slovakia hava øll seks stig hvør, meðan Luksemborg er aftast við ongum stigi.
Mánakvøldið verður leikt soleiðis: Norðurírland-Týskland og Slovakia-Luksemborg.
Í bólki B megnaði Sveis á útivølli at vinna 2-0 á Svøríki, ið ikki tók av sínum málmøguleikum. Í sama bólki leiktu Kosovo og Slovenia javnleik 0-0.
Sveis er greitt oddalið við níggju stigum. Kosovo hevur fýra stig, Slovenia hevur tvey stig, og Svøríki hevur eitt stig.
Mánakvøldið verður leikt soleiðis: Svøríki-Kosovo og Slovenia-Sveis.
Í bólki D vann Frakland á heimavølli greiðan 3-0 sigur á Aserbadjan, og í sama bólki tapti Ísland í einum málríkum dysti á Laugardalsvøllinum 3-5 fyri Ukraina. Íslendingar iðra seg um verjumistøk, ið kostaðu teimum dýrt í kvøld. Íslendingar vóru aftanfyri 1-3, men megnaðu at javna til 3-3, fyri síðani at missa alt á gólvið aftur.
Mánakvøldið verður leikt soleiðis: Ísland-Frakland og Ukraina-Aserbadjan.
Í bólki J megnaði Belgia ikki at taka fyrsta plássið frá Norðurmakedonia. Norðurmakedonar megnaðu á útivølli javnleik 0-0 móti Belgia. Í sama bólki vann Kasakstan á heimavølli stórsigur 4-0 á Liktinstein.
Norðurmakedonia er fremst í bólkinum við 12 stigum fyri seks dystir. Belgia hevur 11 stig fyri fimm dystir. Wales hevur 10 stig fyri fimm dystir. Kasakstan hevur seks stig fyri seks dystir, og Liktinstein er aftast við ongum stigi.
Mánakvøldið verður leikt soleiðis: Wales-Belgia og Norðurmakedonia-Kasakstan.
Týskland-Luksemborg 4-0 (2-0)
1-0 David Raum ('12 )
2-0 Joshua Kimmich, br. ('21 )
3-0 Serge Gnabry ('48 )
4-0 Joshua Kimmich ('50 )
Norðurírland-Slovakia 2-0 (1-0)
1-0 sjálvmál ('18 )
2-0 Trai Hume ('81 )
Svøríki-Sveis 0-2 (0-0)
0-1 Granit Xhaka, br. ('65 )
0-2 Johan Manzambi ('90 )
Kosovo-Slovenia 0-0
Frakland-Aserbadjan 3-0 (1-0)
1-0 Kylian Mbappe ('45 )
2-0 Adrien Rabiot ('69 )
3-0 Florian Thauvin ('84 )
Ísland-Ukraina 3-5 (1-3)
0-1 Ruslan Malinovskiy ('14 )
1-1 Mikael Ellertsson ('35 )
1-2 Oleksii Gutsuliak ('45 )
1-3 Ruslan Malinovskiy ('45 )
2-3 Albert Guðmundsson ('59 )
3-3 Albert Guðmundsson ('75 )
3-4 Ivan Kalyuzhnyi ('85 )
3-5 Oleg Ocheretko ('88 )
Belgia-Norðurmakedonia 0-0
Kasakstan-Liktinstein 4-0 (2-0)
1-0 Galymzhan Kenzhebek ('26 )
2-0 Bakhtiyor Zaynutdinov ('28 )
3-0 Galymzhan Kenzhebek ('59 )
4-0 Alibek Kassym ('81 )