HM: Vápnaðir vaktir til venjingarnar hjá Iran

Iranska fótbóltslandsliðið hevur miðstøð í Meksiko

Mynd: Ritzau Scanpix

Týsmorgunin klokkan tvey spælir Iran fyrsta dystin í innleiðandi HM-bólki G móti Nýsælandi. Dysturin verður leiktur á SoFi leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia. 

 

Iranski hópurin sleppur at ferðast norður um markið fyri at spæla dystin, men má aftaná dystin ferðast stundisliga suður um markið aftur til Meksiko.

 

Iranska landsliðið hevur miðstøð (basa) í Tijuana, ið liggur beint sunnanfyri markið.

 

Tá útlendsk tíðindafólk vóru á vitjan til fyrstu opnu venjingina hjá iranska landsliðnum, vóru vaktir við hjálmum, grímum og maskinbyrsum kring alt økið. 

 

Meksiko hevur sett av 300 vápnaði vaktarfólk fyri at ansa eftir iranska HM-hópinum. 

 

Tíðindastovan, AFP skrivar, at tíðindafólkini sluppu bert at síggja opnu venjingina hjá Iran í 15 minuttir. 

 

21. juni spælir Iran annan dystin í bólki G móti Belgia. Tann dysturin verður eisini leiktur á SoFi leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia. Triði bólkadysturin, ið verður leiktur 27. juni móti Egyptalandi verður leiktur á Lumen leikvøllinum í Seattle í deilríkinum, Washington. 

 

Í øllum trimum førunum fer iranski hópurin at ferðast norður um markið, og eftir dystirnar stundisliga aftur til Tijuana.

 

Tvey tey fremstu liðini í hvørjum innleiðandi bólki, og átta av 12 trýarum í teimum 12 innleiðandi HM-bólkunum vinna seg víðari til sekstandapartsfinalurnar, so møguleikarnir fyri, at Iran vinnur seg víðari í kappingini eru sera góðir. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix