Høgni Eysturoy: Nú kunnu vit halda ólavsøku

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Høgna Eysturoy, miðvallara hjá B36

Tað var ein glaður og lættur Høgni Eysturoy hjá B36, sum Tróndur Arge fekk orðið á, aftaná B36 hevði vunnið 2-1 á KÍ fyri løtu síðani.

 

Høgni viðgongur, at HB legði eitt ávíst trýst á teir í B36 við at vinna 6-0 á B68 ígjár, men teir í B36 høvdu bara brúk fyri at vinna við einum máli, fyri at halda frástøðuna til HB, og nú kunnu teir í B36 so halda ólavsøku við góðari samvitsku.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Høgni Eysturoy segði við Trónd Are aftaná dystin. 

 

(Mynd: football.fo)