Høgni Hoydal undrast á framferðina

Nú vil hann hava Jørgen Niclasen at greiða frá, hvat tað er, sum fer fram

Hvat er tað, sum hendir í sambandi við bankarnar, netbankan, NemID og Mínboks?

 

Tað vil Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, nú hava at vita frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í Fíggjarmálum Og tað skal landsstýrismaðurin greiða løgtinginum frá fyrsta dagin.

 

Høgni Hoydal staðfestir, at tað vóru mong, ið fegnaðust, tá ið fíggjarmálaráðið, Vinnumálaráðið og Felagið føroyskir peningastovnar sendu felags fráboðan út um, at nú varð kravið um at brúka NemID slept, og at farast skuldi undir at gera føroyskar loysnir.


Hartil skuldi ein óheft kanning gerast um fortreytirnar fyri at taka KT-skipanirnar hjá peningastovnunum heimaftur.


- Tí undrar tað ikki sørt, at enn verða fólk sum tað fyrsta biðin um at góðkenna NemID, tá ið tey fara inn á netbankan.


Samstundis hava peningastovnarnir nú eisini boðað frá, at føroysk viðskiftafólk ikki kunnu brúka føroysku skipaninim Mínboksm til at fáa kontuyvirlit, skjøl og annað frá peningastovnunum.


- Hetta tykist vera í beinleiðis andsøgn við fráboðanina fyri mánaða síðani, sigur Høgni Hoydal.

 

Tí vil hann nú hava at vita akkurát, hvat stendur í avtaluni ímillum peningastovnarnar, fíggjarmálaráðið og vinnumálaráðið. Hann vil eisini hava at vita, hvussu landsstýrið tryggjar sær, at avtalan verður útint í verki og hví bankarnir hava vrakað Mínboks.

 

Somuleiðis vil Høgni Hoydal hava at vita,  hvørji eru sett at gera ta óheftu kanningina um at fáa KT-skipanirnar tiknar heim aftur til Føroya, og hvussu tey verða vald.