Høgni og Helgi umboða Løgtingið í Norðurlandaráðnum

Løgtingið hevur nú valt teir tveir føstu limirnar í Norðurlandaráðið. Teir eru Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Helgi Abrahamsen fyri Sambandsflokkin.

Løgtingið hevur nú valt teir tveir føstu limirnar í Norðurlandaráðið. Teir eru Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Helgi Abrahamsen fyri Sambandsflokkin.

 

Tá nýggja tingárið byrjar á ólavsøku, skulu tvey umboð veljast í Norðurlandaráðið. Eftir uppskoti frá samgonguni valdi løgtingið Helga Abrahamsen sum fastan lim og Bárð Nielsen sum varalim.

 

Efir uppskoti frá andstøðuni valdi løgtingið Høgna Hoydal sum fastan lim og Bjørt Samuelsen sum varalim.

 

Tingfundurin er nú lokin, og næsti tingfundur er ásettur at vera mánadagin 11. august klokkan 14.

 

Skráin fyri næstu tingfundirnar er hendan:

 

Mánadagur, 11. August 2014, kl. 14:00

 

1) 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 2/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (FATCA o.a.)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

2) Framløga

 

Mikudagur, 13. August 2014, kl. 10:00

 

1) Løgtingsmál nr. 1/2014: Møgulig 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

2) Framløga

 

Fríggjadagur, 15. August 2014, kl. 10:00

 

1) Løgtingsmál nr. 1/2014: Møgulig 3. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

2) Framløga