Høgtstandandi generalur skotin í Moskva

Keldur vilja vera við, at talan er um generalin, Vladimir Aleksejev, men hesi tíðindi eru ikki váttað

Sambært russiskum myndugleikum er ein høgtstandandi generalur skotin í Moskva í morgun.

 

Sagt verður, at generalurin, sum varð skotin í einum íbúðarbygningi, er fluttur á sjúkahús.

 

Tað er statsliga russiska granskingarnevndin, sum hevur hesar upplýsingar um atsóknina.

 

Keldur vilja vera við, at talan er um generalin, Vladimir Aleksejev, men tíðindini eru ikki váttað.

 

Útlendskir miðlar skriva, at ein ókendur persónur skeyt fleiri skot, áðrenn viðkomandi rýmdi av staðnum.

 

Greitt er ikki, hvussu heilustøðan hjá generalinum, sum var fyri drápsroyndini, er.