Høvdu níggju tímar um at taka Kellingina

Næsta ferðin hjá Bergi Mikladal, Bartal Mikladal og John Petersen verður ein hugnalig ferð upp á 70 metra høgu Ølduna norðanfyri Kunoy

Tað var harðari at taka Kellingina enn tað var at taka Risan.

 

Tað eru teir báðir, Bergur Mikladal og John Petersen, samdir um.

 

Hósdagin eydnaðist tað teimum báðum, saman við Bartali Mikladal, at klintra teir 68 metrarnar upp á navnframu Kellingina, drangan norðanfyri Eiði.

 

Hugin at royna seg við Kellingini fingu teir í fjør, tá ið klintraðu upp á Risan.

 

- Tá settu vit okkum fyri, at næsta málið skuldi vera Kellingin, sigur Bergur Mikladal.

 

Hann sigur, at skal tað gerast, skal tað vera á hásumri, tá ið veðrið er til vildar og tíðliga hósmorgunin løgdu teir til brots.

 

Bergur og John hava fitt av royndum sum klintrarar, bæði í homrum ymsastaðni í Føroyum og í Fraklandi, men hjá Bartali var hetta fyrstu ferð, hann royndi seg av álvara.

 

Teir settu á Kellingina klokkan fimm hósmorgunin og níggju tímar seinni stóðu teir á tindinum.

 

At brúka níggju tímar upp á at klintra 68 metrar, ljóðar ikki av nógvum.

 

Men Bergur Mikladal sigur, at trygdin er í hásæti og tískil skal útgerðin verða tann rætta. Í hesum sambandi høvdu teir bæði góðar skógvar, hjálm, línu, hekti til at festa í rivur, borar og annað mangt og tað var alt í brúki á vegnum upp.

 

Annars vóru fyrireikingarnar ikki so drúgvar.

 

- Eg fann mær eina mynd av Kellingini á internetinum og eftir at hava kannað hana eitt sindur, gjørdu vit av, hvønn veg, vit skuldu fara, og tað gekst, sum tað skuldi.

 

Hetta er fyrstu ferð, nakar veit um, at fólk hevur verið uppi á Kellingini.

 

- Vit hava spurt og kannað, men hava ikki frægt um nakran, sum hevur verið á Kellingini áður, sigur Bergur Mikladal.

 

Hann heldur eisini, at tað ljóðar trúligt, at ongin hevur verið har, tí hann dugir ikki at hugsa sær, hvørji ørindini skuldu verið, tí har er eingin lundi at fleyga ella at taka og einki fitilendi til seyð.

 

- Uppi á tindinum sóu vit heldur ongan farveg yvirhøvur, frá fólki, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at tað gekst væl at klintra. Har var nokk av rivum at festa í og tað var ikki fyrrenn teir vóru komnir 60 metrar upp, at teir noyddust at bora fyri at festa línuna.

 

Sjálvur tindurin er ikki meiri enn ein hálvan fermetrar. Men rundanum sjálvan toppin er ein lítil rók, sum kanska er tveir fermetrar.   

 

Bergur Mikladal sigur, at næsta málið hjá teimum verður tann umleið 70 metra høga Øldan norðanfyri Kunoy.

 

Har hevur fólk verið fyri einum hundrað árum síðani, tí har varð lundi fleygaður.

 

Men tað verður ikki mett at vera ein serliga avbjóðandi ferð.

 

- Tað verður mestsum ein hugnalig ferð, ella ein venjing, tí har er eru nógvir vegir upp á tindin.

 

Hvør tann næsta, stóra avbjóðingin skal vera, veit hann ikki.

 

- Einaferð høvdu vit sett okkum fyri at klintra upp á Trøllkonufingur, men hann er tikin. Tískil eru vit nú farin at leita okkum eftir eini aðrari avbjóðing, sigur Bergur Mikladal.

Undir "myndarøðir hava vit nógv fleiri myndir frá ferðini upp á Kellingina