Tað verður ikki grannauppgerð millum grannarnar í Gundadali, tá ið talan er um finaluna í kappingini um løgmanssteypið.
Í kvøld er lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fyrsta umfari og í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Lutakastið lagaði seg soleiðis, at stórur møguleiki er fyri, at B36 og HB fara at hittast í fjórðingsfinaluni.
Lutakastið lagaði seg eisini soleiðis, at tað er stórur møguleiki fyri, at greipuvinnararnir í KÍ fara at vinna seg í hálvfinaluna, har NSÍ eisini er favorittur at røkka.
Fyrsta umfar
15. og 16. apríl
1 FC Suðuroy – B36
2 FC Hoyvík – TB
3 Víkingur – AB
4 KÍ – ÍF
5 EB/Streymur – NSÍ
6 HB – B71
7 B68 – MB
8 07 Vestur – Skála
Fjórðingsfinalurnar
HB/B71 – FC Suðuroy/B36
Víkingur/AB – FC Hoyvík/TB
B68/MB – KÍ/ÍF
07 Vestur/Skála – EB/Streymur/NSÍ











