Holgar Durhuus spældi í fjør við 07Vestur, sum flutti niður. Hann var millum drúgvastu spælararnir og var á vøllinum allar 27 landskappingardystirnar.
Sum skilst, so eru Holgar og Skála komin ásamt um ein sáttmála, meðan Skála og 07 Vestur nú samráðast um prísin fyri 20 ára gamla vongin. 07 Vestur hevur rætt til pengar, tí felagið hevur uppalt spælaran, sum bara hevur umboðað 07 Vestur í vaksmannafótbólti.
Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Andras Frederiksberg, og Jákup Johansen eru komnir til hópin hjá uppflytarunum av Skála.