Holland hevur longu tryggjað sær HM-sess

Holland hevur longu tryggja sær sess í HM-endaspælinum í Suður-Afrika. Tað var staðfest aftaná ein 2-1 sigur á Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Støðan í hálvleikinum var 2-0.

 

Hollendingar skoraðu tvey skjót mál tíðliga í dystinum. Tá eitt stórt korter var farið, var Holland longu á odda 2-0. Nigel de Jong skoraði aftaná átta minuttir, og løtu seinni økti Mark van Bommel til 2-0. Ísland svaraði ikki aftur fyrr enn 88 minuttir vóru spældir, tá Kristjan Örn Sigurdsson minkaði um munin til 1-2.

 

Noreg hevði veruliga tørv á at vinna á Makedonia á útivølli í Skopje, men okkara grannar í eystri fingu bert eitt stig við sær úr Makedonia. Brede Hangeland fekk gula kortið undir dystinum, og fær ikki verið við til dystin ímóti Hollandi mikukvøldið. Skotski venjarin, Craig Burley var í Skopje, og kundi hann fegnast um, at Noreg og Makedonia mistu tvey stig í part, samstundis sum Ísland tapti. - Hetta vóru tvey fullkomin úrslit fyri Skotland, segði Burley við norskar fjølmiðlar aftaná dystin.

 

Støðan í bólki 9 :

 

1 Holland 6 6 0 0 14-2 18

-------------------------

2 Skotland 5 2 1 2 4-6 7

-------------------------

3 Ísland 6 1 1 4 6-10 4

4 Makedonia 5 1 1 3 2-7 4

5 Noreg 4 0 3 1 2-3 3

 

Mikukvøldið spæla Makedonia-Ísland og Holland-Noreg