19 ára gamli Rógvi Holm er millum nøvnini í hópinum hjá Aberdeen, sum í kvøld skal royna at fáa fult á heimavølli móti Hearts.
Tað hevur gingið væl hjá Rógva Holm, síðan hann flutti til skotska felagið seinasta summar, og føroyski verjuleikarin sat á beinkinum allan dystin leygardagin, tá Aberdeen spældi 1-1 á útivølli móti Dundee United.
Aberdeen liggur undan dystinum á fimta plássinum í bestu skotsku deildini ? fimm stig frá heiðursmerkjunum.