Holst og Lyngby í hálvfinaluni

Viborg, FCK ella OB. Tað eru mótstøðuliðini, sum eru eftir, nú Lyngby hevur spælt seg fram til hálvfinaluna í donsku steypakappingini.

Í gjárkvøldið spældu Holst og hinir í Lyngby móti AC Horsens, og leingi tóktist
talan verða um málleysan javnleik. Besta møguleikan átti Christian Lamhauge
Holst, men úr stuttari fjarstøðu megnaði hann tó ikki at senda bóltin í
kassan.
Skuldi ein vinnari finnast, so var Lyngby við yvirlutan, og tí var tað als
ikki órættvíst, tá Morten Christiansen í seinna hálvleiki av longdu
leiktíðini skeyt einasta málið.
Úrslitini í fjórðingsfinalunum í vóru hesi:
Lyngby-AC Horsens 1-0
Holbæk-Viborg 1-6
OB-Randers 1-0
FCM-FCK 2-3