Her heima er kappingarárið í flogbólti endað fyri einari viku síðani, men soleiðis er ikki í Danmark har fleiri av okkara fremstu flogbóltsleikarum dagliga leika. Undan seinasta vikuskifti var longu greitt, at Bárður B. Mikkelsen og liðfelagar hansara í Holte longu høvdu leikt seg í hálvfinalurnar, men fyri at sleppa undan at hitta oddaliðið HIK Ålborg, skuldi Holte vinna dystin móti Skovbakken, sum eisini var komið víðari.
Úrslitið av dystinum var, at Holte vann við trimum settum móti tveimum og sigurin ber í sær, at Holte skal spæla semifinalu móti DHG úr Odense, sum gjørdist nummar tvey í endaspælinum.
Bárður Mikkelsen sigur úr Keypmannahavn, at talan gjørdist um ein sera spennandi dyst. Teir byrjaðu best og vunnu fyrsta sett, men tað tók ikki móti frá Skovbakken. Teir bardu seg manniliga inn aftur í dystin og tá tey bæði næstu settini vóru farin aftur um var Skovbakken framman fyri. Nú vistu Holte-leikararnir, at skuldu teir sleppa undan HIK í semifinaluni var neyðugt at vinna og tí tóku teir seg saman og vunnu fjórða sett sjálvt um Skovbakken hevði havt tríggjar matchbóltar við støðuna 24-21. Fimta sett endaði við greiðum Holte sigri og sostatt eydnaðist ætlanin við at sleppa undan HIK í semifinaluni.
Settúrslitini í Holte gjørdust annars 25-20, 23-25, 21-25, 26-24, 15-10.
Semifinalurnar verða leiktar bestar av trimum. Fyrsti dysturin verður leiktur um vikuskiftið og verður hann leiktur í Odense. Næsti dysturin verður leiktur vikuskiftið 4.-5. apríl og verður hann ? sum skilst ? sendur beinleiðis á nýggju ítróttarrásini Viasat Sport.
Sum vit søgdu frá seinast, høvdu eisini føroysku kvinnurnar møguleika at spæla seg í semifinalurnar. Hetta kundu tær gera við at vinna á Rosenlund Volley í seinasta heimadystinum. Tá tað samstundis vóru hesi bæði liðini sum togaðust um seinasta semifinaluplássið var greitt, at dysturin fór at gerast spennandi, og tað var júst tað hann gjørdist.
Tíverri fyri Alvildu Ólavsdóttir og Anniku Joensen var tað ikki við teimum sum vinnarum, og tí er kappingarárið liðugt fyri teirra viðkomandi.
Sum sagt gjørdist dysturin sera spennandi og javnur. Eitt nú í øðrum setti spældu liðini heilt upp til 30-28 áðrenn Rosenlund slapp avstað við sigrinum. Í triðja setti kom Frederiksberg aftur í aftur, men tað var bara stokkutur hiti, tí tey bæði seinastu settini vann Rosenlund.
Úrslitið hevði við sær, at Rosenlund fór avstað við tí seinasta plássinum í hálvfinaluni meðan Frederiksberg Volley sat eftir við ongum.