Hondbóltsskúli í Runavík

Vikuskiftið 2. til 4. apríl skipar Hondbóltsfelagið Tjaldur fyri hondbóltsskúla. Og áhugin at tekna seg til luttøku tykist vera stórur
Talan er um tiltak fyri ungar spælarar, 7 til 14 ár, har hesi fáa møguleika at venja undir leiðslu av tveimum royndum donskum venjarum.
Denturin hesar dagarnar verður lagdur á stuttliga partin av hondbóltsspælinum, og umframt eina rúgvu av fintum og øðrum góðum, kunnu tey luttakandi eisini síggja fram til eitt vikuskiftið, har stórur partur verður lagdur á sosiala partin av hondbóltsspælinum.