Hondbóltur: 14 HM-luttakarar leiktu venjingardystir í dag

Svensku og pólsku HM-vertirnir vunnu sínar dystir í kvøld

Nú eru bara fimm dagar til HM-endaspælið í manshondbólti byrjar í Pólandi og í Svøríki.

Í dag hava 14 HM-luttakarar leikt venjingardystir, og millum tey sum vunnu sínar dystir vóru HM-vertirnir, Svøríki og Póland.

Dagsins úrslit:

Svøríki-Serbia 35-34 (17-19)

Póland-Belgia 29-18 (12-9)

Spania-Bahrain 34-21 (18-13)

Iran-Marokko 29-28 (14-13)

Tunesia-Algeria 29-23 (14-12)

Kroatia-Norðurmakedonia 40-34 (22-19)

Kap Verde-Eysturríki 31-39 (18-19)

Rumenia-Argentina 31-26 (18-11)

Eysturríki og Rumenia taka ikki lut í HM-endaspælinum.