Hondbóltur: Hesin skal menna hoyvíkingar

Flemming Oliver Jensen settur í starv sum hondbóltsmennari í H71

H71 hevur sett Flemming Oliver Jensen í starv sum hondbóltsmennari hjá hondbóltsfelagnum í Hoyvík fyri komandi kappingarár Hann byrjar í starvinum 21. oktober.

 

H71 sigur, at tað er í tøttum samstarvi við nevnd og høvuðsvenjarar felagsins, at Flemming Oliver Jensen skal samskipa og menna ungdómsdeildina hjá H71.

 

– Starvssetanin er ein ásannan av, at H71 er í støðugum vøkstri, samstundis sum krøvini til felagið herðast. Hondbóltsmennarin kemur at búleikast í Hoyvíkshøllini, og fer tí eftir ætlan at vera ein sjónligur partur av felagsins virksemi, øllum til gagns, skrivar H71 á heimasíðuni.

 

Flemming Oliver Jensen er dani og hevur ein EHF Mastercoach Degree. Hann hevur, umframt í Danmark, verið venjari í Noregi og Póllandi.

 

Í Danmark gjørdist hann, sum venjari hjá Virum-Sorgenfri, eitt nú danmarksmeistari og endaði í Europa Cup-finaluni.

 

Frá 2003-2006 var hann ítróttarstjóri og høvuðsvenjari í TMS Ringsted. Í 2007 venjari hjá Byåsen, Norra. Í 2009 venjari hjá Wisla Plock, Póllandi.

 

Hann hevur hægstu útbúgving hjá Dansk Håndbold Forbund, og arbeiðir hann eisini sum DHF-instruktørur.

 

Eftir ætlan fer Flemming Oliver Jensen at brúka sína orku, hugsjónir og royndir á slíkan hátt, at allir limir felagsins fara at nýta væl av tí.

 

– Við hesum roknar H71 við, at Flemming Oliver Jensen kemur at vera ein íblástrarkelda fyri H71, skrivar felagið.