Feløgini hava seinastu árini brúkt allar tríggjar hallirnar, sum hevur havt við sær ávísar avbjóðingar. Einki felag hevur havt ein greiðan heimavøll, og harpiks hevur órógvað flogbóltin, samstundis sum tað er neyðugt í hondbóltinum. Tað siga tey í felags fráboðan.
Tí er tað sera gleðiligt fyri bæði leikarar, venjarar og fjepparar, at feløgini nú skipa sítt virksemi við egnum heimavøllum.
Fleyr fer at venja og spæla sínar dystir í Gundadalshøllini, sum verður harpiksfrí. Partar av Gundadalshøllini verða umvældir í summar, so høllin verður í betri standi til komandi kappingarár í flogbólti.
Høllin á Hálsi verður skipað soleiðis, at Kyndil fær syðru høllina, meðan Neistin fær norðaru høllina. Feløgini fara at venja og spæla allar sínar dystir á egnum heimavølli.
Kyndil og Neistin fara kortini framvegis at hava partar av sínum virksemi í Skúlanum á Fløtum og í Gundadalshøllini, áðrenn Fleyr byrjar sínar venjingar.
Feløgini fegnast um, at ein loysn er funnin, sum øll eru nøgd við, og at íðkarar, venjarar og avvarðandi nú fáa betri og greiðari umstøður.











