Hópurin móti Andorra og Grikkalandi úttikin

Signe Pries Andersen hevur sent boð eftir 20 leikarum til EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera á Tórsvølli 31. mai og 4. juni, skrivar Fótbóltssambandið

Fríggjadagin 31. mai tekur kvinnulandsliðið ímóti Andorra á Tórsvølli - Mynd: Jakoba Svensdóttir

Signe Pries Andersen hevur sent boð eftir 20 leikarum til EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera á Tórsvølli 31. mai og 4. juni, skrivar Fótbóltssambandið.

Fríggjadagin 31. mai og týsdagin 4. juni skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur. Fyrri dysturin er móti Andorra, og síðani koma grikkar á vitjan á Tórsvølli. Báðar dagarnar er avspark klokkan 16:45.

Signe Pries Andersen er venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, og nú er greitt, hvørjar tær 20 eru, ið venjarin hevur boðsent til komandi landsliðsuppgávur á heimavølli.

Hópurin:

Petra Hoydal, AaB (Danmark)

Rebekka F. Benbakoura, GPO (Grikkaland)

Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

Valborg Østerø, B36 Tórshavn

Rúna Jacobsen, HB Tórshavn

Sunniva Willemoes, HB Tórshavn

Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn

Durita Hummeland, KÍ Klaksvík

Birita Ryan, KÍ Klaksvík

Tórunn H. Joensen, KÍ Klaksvík

Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík

Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík

Tóra Mohr, KÍ Klaksvík

Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík

Heidi Sevdal, NSÍ Runavík

Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík

Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur

Lea Lisberg, Víkingur

Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur

Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Í undankappingini til EM 2025 eru Føroyar í bólki C3, saman við Montenegro, Grikkalandi og Andorra. Eftir tvey umfør, sum vórðu spæld í mars, eru Montenegro og Grikkaland fremst í bólkinum við 6 stigum í part, meðan Føroyar og Andorra hava fyrstu stigini til góðar.

Fríggjadagin 31. mai tekur kvinnulandsliðið ímóti Andorra á Tórsvølli - Mynd: Jakoba Svensdóttir