Donsku OL-luttakararnir vórðu stórliga fagnaðir, tá teir í gjárkvøldið komu aftur til Danmarkar. Fyrst og fremst vórðu heiðursmerkjavinnararnir heiðraðir, men sum heild hava danir verið sera væl nøgdir við OL-luttøkuna. Og smílini hjá luttakarunum vóru eisini stór, tá teir komu til Kastrup, har hornorkestur tók ímóti, áðrenn leiðin gekk yvir á Hilton, har veitsla varð fyriskipað.