Hornini hava tikið yvir

Mitt í nítiárunum teknaði Eyðna Gaard seg til eitt skeið við kvøldskúlan á Fossanesi. Síðani tá hevur hon arbeitt við listhandverki, og hon gerst alsamt meira bitin av tí. Fyrst vóru tað hornini ? nú eru hon eisini farin at arbeiða við beini og neytakleyv

- Nú summarið nærkast er eftirspurningurin sera stórur, og tí siti eg so at siga allan dagin og arbeiði, sigur Eyðna Gaard, úr Klaksvík.

Mitt í nítiárunum teknaði Eyðna seg til eitt kvøldskúlaskeið á Fossanesi, og líka síðani hevur hon arbeitt við hornum meiri ella minni burturav.


Undangongumenn

á Fossanesi

At hornini so at siga skuldu taka yvir, var kanska ikki ætlanin, tá hon av fyrstan tíð teknaði seg til kvøldskúlan. Men undirvísingin var sera áhugaverd og lærarin góður, og tað var orsøkin til, at hugurin fyri at gera meira við hornarbeiði vaks. Bæði hjá Eyðnu og eisini hjá Jacobinu, sum hon arbeiðir nógv saman við.

- Vit kunnu næstan siga, at kvøldskúlin á Fossanesi er tiltikin fyri sína frálæru í at arbeiða við hornum, og tað hevur ivaleyst eggjað okkum til at halda fram.

Eyðna sigur, at hon skjótt gjørdust bitin av hesum arbeiðinum, og at hetta hevur verið áhaldandi. So við og við er dirvið økt ,og hon er nú eisini farin at gera lutir burtur úr beini og neytakleyv.

Men tað er ikki bara sum at siga tað kortini, tí tað er ein lang prosess, frá tí at hon fær hornini, til tey liggja antin sum ein upptrekkjari ella sum eitt hálsprýði.

- Ja, tað er púra vist, sigur hon og smáflennir, tí tað er ikki altíð so tespiligt at takast við.


Tolið húsfólk

Eyðna greiðir frá, at hon fær horn og kleyvar frá fólki, sum vita, at hon arbeiðir við slíkum. Ikki altíð er tað so tespiligt at síggja til, men soleiðis má tað nú einaferð vera, tí hon má sjálv handfara tey og gera tey til.

Í fyrsta umfari verður alt koyrt í eina grýtu, og har vera tað liggjandi nakrar tímar. Slóðin skal loysast frá hornunum, og tað tekur eitt sindur av tíð, um hornini eru í feskara lagi.

- Tá tað er liðugt, skulu tey vaskast væl og virðiliga, tí seyða- ella neytaluktur skal ikki ganga at teimum, greiðir Eyðna frá. ? Og ikki fyrr enn reingerðin er liðug, kann eg fara undir at pussa tey og virka tey til tað, sum eg havi sett mær fyri, leggur hon afturat.

Men einki av hesum hevði borið til, um ikki húsfólkið var so tolið, sum tað er, sigur Eyðna. ? Onkuntíð haldi eg, at tey ynskja meg har piparið grør, men tað er helst mest, tá hornini eru í ræstara lagi, sigur hon og flennir. ? Annars eru tey sera røsk at stuðla mær í tí, eg takist við, leggur hon afturat.


Serliga til føroyingar

Tá vit spyrja Eyðnu, hvørji viðskiftafólk hennara eru, sigur hon, at tað serliga eru »útlendskir« føroyingar, sum eru heima á vitjan, ella føroyingar, sum eru á veg uttanlands.

- Føroyingar, sum eru heima og vitja, vilja fegnir hava okkurt føroyskt við sær, tá teir fara avstað aftur. Onnur vilja hava onkran lut við til vertirnar, og tá er okkurt smáprýði úr horni ikki so galið, sigur Eyðna.

Tá vit spyrja um útlendsk viðskiftafólk, er hon næstan eiðasør, sigur hon.

Orsøkin er helst, at hon onga sølubúð hevur í Klaksvík og tað, sum hon selur, verður selt til fólk, sum vita, at hon arbeiðir við slíkum.

- Eg havi ? ikki enn í hvussu er ? havt hug til at gera mær eina sølubúð, og sum er, havi eg tað ikki fyri neyðini. Eg havi nóg mikið at gera við at framleiða tað, sum eg skal, greiðir hon frá.

Annars heldur hon ikki, at útlendingar eru so áhugaðir í at keypa slíkar smálutir, sum eitt nú upptrekkjara úr horni.


Ferðast til

framsýningar

Kortini er Eyðna ikki tann, sum goymir seg við sínari framleiðslu norðan fyri Leirvíksfjørð. Hon hevur verið við á nógvum søluframsýningum, og tað ætlar hon sær at halda á við, sigur hon.

- Tað eru so nógvar smáar jólasølustevnur, eitt nú á Oyrabakka og í Runavík, og tað kastar væl av sær, sigur Eyðna. Hon hevur eisini verið við til Hendur og Hugflog øll árini, og eins og við hinum framsýningunum, heldur hon, at tað er nakað, sum gevur meira dirvi og áræði.

- Eg vil ikki siga, at sølan er tann týdningarmiklasti parturin av at vera við til eina framsýning. Hinvegin haldi eg, at vit stuðla hvørjum øðrum øgiliga væl, og tað er sera týdningarmikið, tá ein tekst við slíkt. Tað er skjótt, at ein kemur at sita einsamallur, og tí er gott at fara út at sýna fram, sigur Eyðna, sum samstundis heldur, at tað er neyðugt at hava okkurt nýtt við sær í skjáttuni at vísa fram.

Tá vit spyrja Eydnu, um hon so hevur gjørt nakað nýtt hesaferð, dregur hon eitt sindur, men kemur so eftir, at tað hevur hon.

- Eitt horn, sum er sagað sundur, og sum er ein upptrekkjari í øðrum endanum og ein propptrekkjari í hinum. Tað havi eg ikki sæð nakran annan gjørt, sigur hon.

Hesin lutur fæst eins og aðrir bæði í pussaðari útgávu og eini meira ráari útgávu.

- Tað skal vera eitt sindur at velja ímillum, og øllum dámar ikki, tá tað er polerað, sigur hon.


Hugurin er til meira

Hóast tað er mikið putlut at takast við handaverk av slíkum slagi, so er hugurin til arbeiðið ikki fánaður ? heldur tvørturímóti.

Sum sagt, er hon eisini farin at arbeiða við neytakleyv og beini, men umframt tað er hon eisini farin at arbeiða við silvuri. Burtur úr tí ger hon ringar og hálsketur, og tað er ikki óhugsandi, at annað legst til við árunum.

- Tað verða brúktir nógvir tímar, serliga tá summarið er, og eftirspurningurin er stórur. Tá alt pussiarbeiðið verður gjørt við handamegi, so tekur tað sína tíð, men tað er sera hugaligt, sigur Eyðna at enda.r, tí at hann hevur kunnað smittað. Á sjúkrahúsinum hevur hann fingið heilivág, og sambært læknunum er eingin smittuvandi eftir at tann sjúki hevur fingið heilivág í 14 dagar, sigur Linda Guttesen

Fyri einari viku síðan, tá fullkomulig vissa var fyri, at hann ikki kundi smitta longur, varð Xiaobin Zhang útskrivaður, og týsdagin stóð hann aftur í kinesiska køkinum á Nan-Tong.