Ein dystur var í donsku Superliguni í kvøld. AC Horsens við Halli Hansson millum teir fyrstu ellivu á vøllinum tók ímóti AGF.
Dysturin endaði 1-1, og tað kunnu Hallur Hansson og liðfelagarnir vera betri nøgdir við enn David Nielsen og hansara menn í AGF.
Gestirnir vóru leingi frammanfyri 1-0, og tað var ikki fyrrenn í evstu løtu, at tað eydnaðist AC Horsens at javna. Hallur Hansson var á AC Horsens liðnum alla tíðina.
AC Horsens er ógvuliga óvæntað í ovara hálvu av Superliguni, nú tað bara resta trý umfør av grundspælinum. So verður kappingin býtt upp í eitt endaspæl millum seks tey ovastu og eitt annað millum seks tey niðastu liðini. Í teimum seinastu trimum umførunum skal AC Horsens spæla móti AaB, Brøndby og Lyngby.