Tað er ein ræðuliga stórur munur á heimavølli og útivølli í altjóða hondbólti.
Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens vunnu á heimavølli í fyrra undankappingardystinum til EHF European League 27-21 (15-13) á CS Minaur Baia Mare úr Rumenia.
Men CS Minaur Baia Mare er eitt heilt annað lið á heimavølli. Í returdystinum í dag vann CS Minaur Baia Mare stórsigur 33-22 á Horsens. Harvið vann rumenska liðið ein samlaðan 54-49 sigur á Horsens. Í steðginum var rumenska liðið á odda 19-12, og hevði longu tá eina samlaða leiðslu í uppgerðini.
Einasta føroyska umboðið í bólkaspælinum í EHF European League hjá kvinnum verður sostatt Jana Mittún, ið spælir við Viborg HK.
Viborg vann í seinna Play Off dystinum stórsigur 39-30 á Sävehof í BIO Circ Arena í Viborg. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 31-31. Sostatt vann Viborg ein samlaðan 70-61 sigur á Sävehof.
Næsti dystur hjá Horsens verður á útivølli móti Keypmannahavn. Dysturin verður leiktur 3. januar. Nú er HM-endaspælið í Trier í Týsklandi á skránni hjá Mariu.











