Hóttanir ímóti studentaskúla í Nuuk

Fyrr í dag mátti løgreglan í Nukk í Grønlandi evakuerað øll fólk úr studentaskúlanum GU í grønlendska høvuðssaðnum Nuuk.

 

Eingin fekk skaða, tá løgreglan evakueraði næmingar og starvsfólk úr bygninginum.

 

Sambært grønlendska blaðnum Sermtsiaq vórðu næmingar og lærarar send heim í øllum góðum og uttan dramatikk.

 

Sambært politinum í Nuuk var orsøkin, at løgreglan hevði fingið hóttanir ímóti skúlanum, sum løgrelgan metti sum "sera álvarsamar".

 

– Vit taka nú øll fyrivarni, og tí hava vit evakuerað øll úr skúlanum, segði vakthavandi á løgreglustøðini í Nuuk við Sermitsiaq.

 

Grønlendska kringvarpið tosaði um skothóttanir. Men løgreglan hevur enn ikki havt viðmerkingar um tað, skrivar Sermittsiaq.

 

Løgreglan heitti á fólk um at savnast í Katuaq, ið er Norðurlandahúsið í Grønlandi, sum er í grannalagnum.

 

Nú í kvøld sigur løgreglan í Grønlandi, at tey fáa ikki greitt frá málinum enn "af efterforskningsmæssige årsager". Men tey halda seg vita, hvør maðurin er, sum hevur hótt skúlan.

 

Løgreglan vildi ikki greiða nærri frá, og vildi heldur ikki siga meira um, hvør maðurin er, sum løgreglan hevur mistanka til.

 

– Vit heita á fólk um at respektera arbeiðið hjá løgregluni, sum ikki er liðugt enn, segði Lars Kirkegaard hjá grønlendsku løgregluni við Sermitsiaq.

 

Løgreglan fekk boðini um tilburðin um middagsleitið grønlendska tíð.

 

– Og tí varð økið sperrað av og fólk evakuerað úr studentaskúlanum, eins og úr einum dagsstovni í grannalagnum, segði Lars Kirkegaard frá løgregluni við Sermitsiaq.