Hovs kommuna bjóðar bílig grundøki

Hovs kommuna eigur í løtuni fimm grundøki, sum kunnu seljast fyri umleið 15.000-30.000 krónur hvørt.

Fólkatalið í Hovs kommunu minkar, og bara higartil í ár er talið minkað við umleið níggju fólkum. Í so máta líkist gongdin í Hovi gongdini í øðrum smáum bygdum í Suðuroy.

 

- Fólkatalið í Hovi hevur seinastu árini ligið um 118-120 fólk, men seinast, eg hugdi at tølunum, vóru bert 111 borgarar í kommununi.

 

Delmar Tausen sigur, at onkur familja er flutt úr kommununi og í aðrar grannabygdir, og onkur er flutt norður um Suðuroyarfjørð.

 

- Vit eiga í løtuni fimm grundøki, sum byggjast kann á. Tvey av hesum eru planerað og klár at seta formar á. Hini trý eru ikki planerað, men eru eisini til sølu.

 

Borgarstjórin sigur, at tey planeraðu grundøkini helst kunnu seljast fyri einar 30.000 krónur hvørt - og tey óplaneraðu fyri umleið helmingin av hesum.

 

- Í kommununi hava vit ikki sett beinleiðis prís á hesi grundøki, men nevndu tøl eru á einari leið. Tað er tí ikki grundøkjaprísurin, sum heldur nøkrum aftur í at seta búgv í Hovi.

 

Delmar Tausen sigur, at tey óplaneraðu grundøkini eru lutfalsliga løtt at gera byggibúgvin, og her liggur bæði vegur og kloakk tætt við.

 

- Vit eru altíð opin fyri sølu av hesum grundøkjum, og øll eru hjartaliga vælkomin at venda sær til kommununa við fyrispurningum, sigur borgarstjórin í Hovs kommunu.