Hoyr málini hjá B36 og samrøðu við málhetjuna Pingel (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá báðum málunum B36 fekk ímóti Kí, og hoyr Sebastian Pingel seta orð á 2-0 sigurin á FM-vinnarunum

##med2##

Tað svitast ikki. KÍ vinnur á B36 í Gundadali, og B36 vinnur á KÍ við Djúpumýru.

Tann "siðvenjan" var hildin við líka í dag tá B36 vann 2-0 á FM-vinnarunum við Djúpumýru í Klaksvík fyrr í dag.

Stóra málhetjan hjá B36 var Sebastian Pingel, ið skoraði fyrra málið og legði upp til seinna málið, ið Meinhard E. Olsen skoraði.

- Tá eg skoraði leitaði eftir áskoðarunum fyri at fegnast saman við teimum, men teir vóru ikki har, greiðir Pingel frá um løgnu støðuna við ongum áskoðarum til dystir í Betrideildini.

Pingel slær fast, at hann er sera motiveraður til hetta kappingarárið, og hann heldur, at B36 hevur hann framúr góðan hóp til avbjóðingarnar í Betrideildini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá B36. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Sebastian Pingel. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð.

##ms##

(Hoyr málini B36 fekk móti KÍ, og samrøðu við Sebastian Pingel)