Tað eru nú góð fýra ár síðan, at fólkarokkbólkurin Hamradun gav sína fyrstu útgávu út. Plátan var ein risasúksess, og bólkurin hevur spælt óteljandi konsertir í Føroyum og uttanlands síðan tá.
Nógvir Hamradun-fjepparar hava tí í spenningi bíðað eftir einari nýggjari plátu - og nú er bíðitíðin av. Hamradun geva nevniliga í dag sína seinnu plátu út, og hendan hevur fingið heitið "Hetjuslóð".
Teksturin í løgunum snýr seg í høvuðsheitum um sagnir, søgur og persónar í føroyskari søgu, og Hamradun framførir eisini ymiskar vísur og kvæði, sum fáa nýtt lív við nútímans ljóðførum.
"Hetjuslóð" fekk eitt avbera gott ummæli í vikuni á týska miðlinum Neckbreaker. Týski ummælarin gav føroyingunum 8 út av 10 stjørnum. Til ber at lesa ummælið HER.
Bólkurin er samansettur av tónleikarum við drúgvum royndum, og bólkurin hevur sítt serstaka ljóð.
Teir ið manna Hamradun eru: Pól Arni Holm - sang, Uni Debess - gittar, John Áki Egholm - gittar, Heri Reynheim - bass, Finnur Hansen - ljómborð og Rani Christiansen - trummur.
Í sambandi við nýggju útgávuna fer Hamradun at hava útgávukonsert í SALT í annaðkvøld. Afturat sær hetta útgávukvøld í SALT fer Hanus G Johansen at pallin at framføru síni kendu løg og tulkingar av yrkingum hjá millumannað Poul F. Joensen, so hetta kvøld verður ein samanrenning av rockkendum fólkatónleik og vísusangi.
Nýggja útgávan "Hetjuslóð" er tøk á Spotify, og tú kanst hoyra hana her, um tú hevur brúkara og ert innritaður til Spotify.
<iframe src="https://open.spotify.com/embed/album/5N02gBF60CsrFX3Ae8N3r2" width="300" height="380" frameborder="0" allowtransparency="true" allow="encrypted-media"></iframe>