Leirvíkingurin, Hoyrikur Joensen, sum eisini rekur lastbilafyritøku, hevur keypt seg inn í betongblandistøðina, J+H Betong í Leirvík, sum Anbjørn Hansen og Eiler Jacobsen hava átt og rikið í fleiri ár.
Teir eru soleiðis tríggir, sum í dag eiga hetta virksemi, og nýggjur stjóri í felagnum er Hoyrikur Joensen.
J+H Betong er veitari av betongi til øll endamál og kann veita váttan um brotstyrkina í betonginum - alt eftir, hvat endamál betongið skal brúkast til.
- Blandistøðin er rættiliga sjálvvirkandi og blandimeistarin, sum er royndur í leikum, kann einsamallur blanda tað betong, sum skal út í bilarnar og til viðskiftafólkini, sigur Hoyrikur Joensen.