Hetta hendi júst sama dag, sum umhvørvisnevdin hjá fólkatinginum hevði Connie Hedegaard, umhvørvismálaráðharra, í samráð um eftirlit við kemikalia og øðrum avleiðingum, sum standast av umhvørvisorsøkum.
Amerikanska undirnevndin skal eisini umrøða tørvin á víðari gransking, fyri at fáa staðfest, nær tað í biologiskari merking er talan um autismu. Seinast skal kjakast um, hvussu amerikanski miðdepulin fyri sjúkuumsjón og fyribyrging (CDC) fylgir við títtleikanum í sjúkuni.
Kelda: Ritzau.