Hoyvík, ein býur í býnum

Triðstørsti býur í Føroyum er Hoyvík, og um stutta tíð verður tað bara í Tórshavn, at fleiri fólk búgva.

 

Síðani Havnin og Hoyvík løgdu saman, hevur allatíðina verið arbeitt við at Hoyvík skuldi gerast ein býur í býnum, skilt á tann hátt, at allar vanligar tænastur tú væntar at fáa í einum býi, eisini skulu vera  í Hoyvík.

 

Og rímiliga væl hevur hepnast.  Har eru skúlar, barnagarðar, kirkja, samkomuhús, handlar, vinnuvirki, ítróttarhøll og  fótbóltsvøllur er í gerð eins og samtykt er at gera kirkjugarð.

 

Karlamagnusarbreyt verður gøtan, sum kemur at geva býardámin, har handlar, smærri fyritøkur og fólk koma at húsast.

 

Svimjuhyl/baðiland í Hoyvík

Eg skilji ikki, hví stungið er í kortið, og so nógv tos er um at gera nýggjan svimjihyl undir liðini á verandi svimjhyli í Gundadali. Nógv betur er at leggja hendan við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, , har kommunan eigur byggibúgvið øki at  byggja hann á. Ein svimjihylur, ið verður bygdur í dag, eigur sjálvsagt at gerast sum eitt “baðiland”, har barnafamiljur kunnu hugna sær við børnunum. Fjarhitin liggur klárur at binda í.  Skúla- og barnagarðsbørnini saman við teimum, ið búgava her uppi, kunnu ómakaleyst spáka sær til nýggja og spennandi “baðilandið”, har ein kann droyma seg til sól hyljarnar í suðurlondum.

 

Tá vit tosa um ein bý í býnum, so er tað heilt nátúrligt, at ein svimjihøll er partur av býnum.

 

Kundi nakar ímynda sær Klaksvík uttan eina svímihøll?

 

Hví so ikki ein í Hoyvík?

 

Jan Christiansen

Tórshavnar kommuna

Valevni á lista A