Føroyskir svimjarar hava í hesum døgum luttikið á íslendsku meistarastevnuni fyri masters, við avbera góðum úrsliti. Tilsamans kappaðust tey 54 ferðir, og vunnu tá 15 gullmerki, 7 úr silvuri og 13 úr bronsu, ella tilsamans 35 heiðursmerki.
Føroyskir svimjarar hava í hesum døgum luttikið á íslendsku meistarastevnuni fyri masters, við avbera góðum úrsliti. Tilsamans kappaðust tey 54 ferðir, og vunnu tá 15 gullmerki, 7 úr silvuri og 13 úr bronsu, ella tilsamans 35 heiðursmerki.
Mest vinnandi føroyingur vóru 67 ára gamli Eyðun Bærentsen og 35 ára gamli Jóhan Ásmundarsson, sum vunnu ávikavist 5 og 4 gullheiðursmerki, umframt hvør sítt eisini í somu liðsvimjing. Hartil vann Jóhan 3 bronsuheiðursmerki í einstaklingakapping, og báðir hvør sítt bronsu eisini í liðsvimjing.
Á kvinnusíðuni var Annika Antoniussen mest vinnandi føroyingurin við 2 gullheiðursmerkjum, umframt einari silvur í liðsvimjing. Hartil Tóra Bærentsen, sum vann 1 gull og 1 bronsu í einstaklingakapping.
Føroysku svimjararnir vóru eisini skjótir í liðsvimjing, men vóru tó í so ofta kolldømd fyri tjóvstart í skiftum millum svimjarar.
Tilsamans kunnu 6 føroyskir svimjarar nú kalla seg fyri íslendskar meistarar í masters-svimjing: Eyðun Bærentsen, Jóhan Ásmundarsson, Annika Antoniussen, Jon Hestoy, Tóra Bærentsen, umframt Erling Eidesgaard fyri gott avrik í liðsvimjing.
Um nakar undrast á aldursbólkarnar í liðsvimjing, so er hatta faktiskt rættiliga snilt. Tey telja saman aldurin á øllum fýra svimjarum tilsamans, og tá ber til at hava svimjarar við úr ymiskum aldursbólkum, so leingi sum samanlagda talið er innanfyri aldursmarkið.
Úrslitalistin sæst her á breidablik.is
Heiðursmerkjabýti millum føroyingar á IMOC 2014
Svimjari (aldur) | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Eyðun Bærentsen (65-69 ár) | 5 | ||
Jóhan Ásmundsson (35-39 ár) | 4 | 3 | |
Annika Antoniussen (35-39 ár) | 2 | ||
Jon Hestoy (55-59 ár) | 2 | ||
HS masters menn (200-239 ár) | 1 | 1 | |
Tóra Bærentsen (65-69 ár) | 1 | 1 | |
Anida Johannesen (50-54 ár) | 1 | 1 | |
Leivur Michelsen (55-59 ár) | 1 | 1 | |
Borgny Jacobsen (40-44 ár) | 1 | ||
HS masters kvinnur (160-199 ár) | 1 | ||
Jens Mikkelsen (55-59 ár) | 1 | ||
Magni Arge (55-59 ár) | 1 | ||
Randi Holm (40-44 ár) | 1 | ||
Anna Beder (55-59 ár) | 1 | ||
Erling Eidesgaard (40-44 ár) | 1 | ||
HS masters menn (160-199 ár) | 1 | ||
Inga av Reyni (50-54 ár) | 1 | ||
Sámal Olsen (50-54 ár) | 1 | ||
Steinbjørn í Dali (55-59 ár) | 1 | ||
Tilsamans | 15 | 7 | 13 |