Katolikkurin, sum helt seg hava fyrsta rætt, pikkaði fyrst uppá og segði, hvør ið hann var, men tað bleiv bert rist uppá høvdið og sagt, at hattar er okkum ókent. Tú má bíða. Og hurðin í lás.
Síðan átti protestanturin tørn. Men ak, sama svar, og hurðin aftur í lás.
Nú hevði tann triði hug at breggja sær. Havi eg ikki altíð sagt, at tað eru vit, ið hava tann rætta boðskapin. Men, men, sama úrslit, ókent, og hurðin í lás triðju ferð.
Fyri at stytta um tíðina, komu teir yvireins um at syngja. So helt ein fyri munni, at tíðin verður óivað drúgv, so at vit kunnu tað sama byrja við nr. eitt. Nú var tað so tá, at hann var tann sami í øllum bókunum, sálmurin hjá Luther, vit trúgva allir á ein Gud.
Teir vóru ikki meir enn byrjaðir. Nú fer hurðin upp á víðan vegg. - Ja, men hví søgdu tit ikki tað beinanvegin, so høvdu tit sloppið frá at bíða hesa longu tíð.
Soleiðis kundi eg hugsað mær at sagt við loysingarmenninar. Hví søgdu tit ikki hattar beinanvegin, so hevði ein møgulig loysing verið framd fyri mongum mongum árum síðan, men boðskapurin hjá tykkum hevur verið kvetting og aftur kvetting, og tað er meira enn tann hóvligi føroyingurin hevur latið sær lynda.
Táið eg brúki máliskuna loysingarmenn og ikki tjóðveldismenn, so er tað tí, at tað er ikki eitt og tað sama. Tjóðsinnaðir menn og kvinnur finnast innan allar flokkar, eisini Sambandsflokkin, men kvettararnir finnast bert innan tann eina.
Sjálvur kundi eg hugsað mær eina ávísa loysing, tí tað skapar meira sjálvsvirði, men hon skal ikki snikkast til eftir kvettaraleisti. Tað skal meira til, í tað minsta eitt samt løgting, og landsstýri sjálvandi, alt annað er púra burturvið.
Annars er málburðurin hjá fyrrv. løgmanni um eina grundiga justering ikki at forakta, t.v.s. um tað gongur út uppá, at vit sjálvir skulu valda og gjalda eftir orku, tí fyri uttan tey bond, sum hava bundið ígjøgnum øldir, so býr í dag triði hvør føroyingur í Danmark. Tað sigur ikki so lítið.
J. O. Jakobsen
Fuglafjørður